Tríggir leirvíkingar á landsliðnum

Lettlendingar hava leikliga verið omaná í fyrra hálvleiki, tá ið ein av føroysku lyklaspælarunum tíðliga noyddist av vøllinum

Fótbóltslíkindini eru hampuliga góð á Tórsvølli, har teir nú eru farnir undir tak eftir fyrra hálvleik.

Støðan er 1-1, og í longum løtum hevur Lettland verið leikliga omaná. Gestirnir hava havt betri tak á bóltinum, og tað hevur kenst rættiliga vandamikið, tá ið lettlendingar hava havt hornaspark og fríspark á føroysku hálvuni.

Tvær ferðir misnýttu lettlendingar stórar málmøguleikar eftir horna, áðrenn tað eftir fríspark eydnaðist at fáa hol á.

Lettland legði seg á odda í 25. minutti. Fríspark varð lagt fram úr høgru, stútað varð aftur í høgru, har Janis Ikaunieks á rangstøðumarkinum var púra leysur, tá ið hann setti bóltin í handara síðunetið.

Eftir at føroyingar í fitta løtu høvdu verið sperdir, eydnaðist tað at javna í 28. minutti. Jóannes Bjartalíð legði við horna innfyri úr høgru, og Odmar Færø var merkiliga leysur, tá ið hann mitt fyri og við høvdinum sendi bóltin í málið.

Lettlendingar hava verið øgiliga grammir í nærdystunum. Tað hevur darvað heimamonnunum, og tveir lettlendingar hava sæð gula kortið eftir ófantalig fríspark.

Longu eftir tíggju minuttir noyddist ein av lyklaspælarunum á føroyska liðnum av vøllinum. Brandur H. Olsen er sjúkur og hevði trupulleikar við sjónini, og so varð Gunnar Vatnhamar settur í hansara stað.

Tað man vera sjáldan, um tað nakrantíð áður er komið fyri, men nú eru tríggir leirvíkingar millum teir ellivu á vøllinum. Talan er um brøðurnar Sølva og Gunnar Vatnhamar á miðvøllinum og Andreas Lava Olsen í álopinum.

Útskiftingin kendist órógva føroyska spælið rættiliga nógv.

Fyrstu løtuna vóru føroyingar greitt omaná. Tá hevði Jóannes Bjartalíð góða roynd:

Føroyingar góvu longu í fimta minutti til kennar, hvat teir ætlaðu. Uppspælið í høgru var fínt, og tá ið Jóannes Bjartalíð eftir innlegg frá Gilla Rólantsson heilfluktaði av brotsteigarmarkinum, boðaði tað frá stórum sjálvsálitið.

Tað kann roknast við, at Jóan Símun Edmundsson fer at eiga onkran leiklut í seinna hálvleiki.

 

Føroyar - Lettland (1-1) kl. 17.00

0-1: Janis Ikaunieks 25.

1-1: Odmar Færø 28.

Dómarabólkur úr Bulgaria: Ivaylo Stoyanov, Ivo Kolev, Pavlin Mihaylov og Dragomir Draganov (4. dómari)

Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Gilli Rólantsson, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Jóannes Bjartalíð, Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen (Gunnar Vatnhamar, 11.) – Andreas Lava Olsen, Klæmint A. Olsen

Á beinkinum: Kristian Joensen, Tórður Thomsen, Jóannes K. Danielsen, Heini Vatnsdal, Rógvi Baldvinsson, Jóan Símun Edmundsson, Patrik Johannesen, Meinhard E. Olsen. Ári Mohr Jónsson, Dan í Soylu, Heðin Hansen