Talan er um trý av stóru talentinum seinastu árini hjá HB, 25-ára gamla Rókur av Fløtum Jespersen, 24-ára gamla Páll Mohr Joensen og 22-ára gamla Ólavur Sakarisson í Ólavstovu.
Rókur av Fløtum Jespersen lesur í Danmark, men er heima í eina tíð og hevur gjørt avtalu fyri inniverandi kappingarár. Páll Mohr Joensen hevur havt frí frá fótbólti higartil í hesum kappingarárinum. Heimkomin frá fjakkaraferð, hevur hann valt at taka gaggurnar á aftur saman við reyðu og svørtu HB troyggjuni. Ólavur Sakarisson í Ólavstovu hevur hetta kappingarárið umboðað NSÍ, men millum annað skaðar hava gjørt tíðina í NSÍ minni góða. Hann hevur somuleiðis gjørt sáttmála við HB.
HB hevur samstundis gjørt sáttmála við Páll Holm Jacobsen, Jógvan Skeel Nolsøe og Kristin R. Mouritsen. Teir eru allir unglingaleikarar hjá HB, sum eisini spæla við 1.deildar liðnum hjá HB. Páll Holm Jacobsen og Jógavn Skeel Nolsøe eru báðir framherjar, meðan Kristin R. Mouritsen, ið er bróðir til Christian R. Mouritsen, er framrættaður miðvallari.
(www.hb.fo)