? Nú havi eg gjørt allar spurningarnar sjálvur, og tað vísir seg, at tað er ein trupulleiki at endurnýggja seg sjálvan og tað er ringt at finna uppá nakað nýtt, sigur Suni Merkistein, útvarpsvertur.
Tá Suni skal gera spurningarnar, setur hann seg við bókum, leksikon, søgubókum, ja, so at siga øllum keldutilfari og leitar eftir onkrum, ið kann tykjast áhugavert. Hann roynir at leggja seg eftir at gera spurningarnar eitt sindur djúpar, soleiðis, at teir ikki bara eru eina reglu til longdar, men kanska eini fimm. Soleiðis fær lurtarin meira gleði og vitan burturúr at lurta eftir spurnarkappingini.
? Tað eru jú nøkur føst evni, sum eg leiti eftir. Eini sjey høvuðsevni, umframt árstalsspurningarnar. Til hesar árstalsspurningarnar, so havi eg leitað í ringbindum, sum hava verið nýtt til "Nær var tað?" spurnarkappingarnar, tí har liggur ein rúgva av tilfari inni, og so hava Hvem, Hvad, Hvor bøkurnar eisini verið nógv frammi.
Longri tíð
Sum árini eru liðin tekur tað longri og longri tíð at gera teir 24 spurningarnar, sum skulu til hvørja spurnarkapping. Í miðal metir Suni, at hann brúkar eini tríggjar dagar um at fáa teir 24 spurningar klárar.
? Teir skulu sita ordiligt og hava eitt sindur meira av substansi enn bara ein spurningur uppá eina reglu, sigur Suni.
Sjálvur heldur útvarpsverturin, at spurnarkappingin eru tilpassaðar ungdóminum ? í øllum førum eitt sindur. Til dømis tónleika- og filmsspurningarnir eru serliga gjørdir ungdóminum, men longu har er tað rættiliga avmarkað.
? Um eg taki ein bólk, sum er eini 20 ára gamal, so síggi eg longu, at næmingarnir fáa verri við at gita, hvat tað er, uttan so, at tað er okkurt heilt serligt. Men sum heild eru tónleika-, ítrótta- og filmsspurningarnir rættiliga nýggir.
Suni Merkistein sigur, at hann hevur varhugan av, at skúlarnir taka hetta rættiliga álvarsamt. Og í ár hevur eisini verið rættiliga javnt ímillum allar skúlarnar. Eini fimm ella seks vóru í umbúna til at vinna, meðan hini árini hava tað verið nakrir heilt fáir, ið hava skarað framúr.
? Kanska skúlarnir eru vorðnir meira tilvitaðir um, hvørjar næmingar teir skulu senda. Í fyrstuni var hetta kanska ikki tikið eins álvarsamt, men nú verður meira æra helst løgd í at vera við
? Sum heild eri eg rættiliga imponeraður av næmingunum. Serliga í søguspurningunum vita teir ógvuliga væl. Í bókmentum eru teir eitt sindur veikari, men samanumtikið eri eg rættiliga imponeraður, sigur Suni Merkistein.
Tey bæði undanfarnu árini hava allir skúlarnir verið við. Men í ár meldaði Vestmanna skúli úr sum tann einasti.
Sjálvur dugir hann ikki at siga, um spurnarkappingin verður á skránni aftur í vetur. Hann leggur dent á, at kennir tað sum um hann er koyrdur fastur í einum spori, og kundi tí hugsað sær møguliga at gera okkurt annað.
? Fleiri ferðir í vetur meðan eg havi gjørt spurningar, havi eg hugsað við mær sjálvum, at hetta geri eg ikki aftur, so tað verður ikki uppá standandi fót, at eg fari at siga ja til at gera eina slíka spurnarkapping aftur komandi ár, sigur útvarpsverturin at enda.