ÓLAVUR Í BEITI
Í eykajáttanaruppskotinum fyri september verður eisini biðið um pening til tillagan av teimum trimum ferjulegunum á Gomlurætt, í Skopun og í Hesti. Í sambandi við nýggju sandoyarferjuna er neyðugt við hesi játtan, verður sagt í uppskotinum.
Á Gomlurætt skal ferjulegan breiðkast, og gjørt verður pláss fyri skipinum undir rampanum. Ferjulegan við Gomlurætt er frá 1993, og tí verður mett ráðiligt at breiðka verandi rampu. Siglingin til hesa ferjuleguna verður steðgað í 2 mánaðir í sambandi við arbeiðið. Hesin partur er mettur at kosta uml. 3 mió. kr.
Og ferjulegan í Skopun skal eisini breiðkast. Ferjulegan er bygd í 1982, og tí er neyðugt at gera nýggjan rampa. Siglingin til hesa ferjuleguna verður steðgað í 2 mánaðir í sambandi við arbeiðið. Hesin partur er mettur at kosta uml. 5 mió. kr.
3 møguleikar
Viðvíkjandi ferjuleguni í Hesti, so verður sagt í eykajáttanaruppskotinum, at 3 møguleikar fyriliggja, og av tí at Hest kommuna er byggimyndugleiki, skulu endaligar samráðingar førast við hesar. Hesin partur er mettur at kosta uml. 8 mió. kr.
Samanlagt verður sostatt talan um at 16 mió.kr. skulu nýtast til Hest, Skopun og á Gomlurætt. Ætlandi kann alt arbeiðið gerast í ár og næsta ár. Nýtslan í 1999 verður mett at verða 6 mió. krónur, verður sagt í viðmerkingunum til eykajáttarlógina fyri september.