Tá ið Norrøna kom úr Hirtshals til Føroya mánamorgunin 29. august, steðgaðu tollararnir eini 57 ára gamlari kvinnu, sum hevði hassj í viðførinum.Kvinnan varð í grundlógarhoyri varðhaldsfongslað í fýra vikur, og mánadagin var málið fyri í rættinum.
Kvinnan greiddi frá, at hon var farin til Danmarkar at vitja dóttrina, og meðan hon var har, ringdi ein íslendingur til hennara og bað hana taka ein pakka við hassji við sær til Føroya. Hon var ikki serliga fegin um at gera tað, men átók sær kortini uppgávuna.
Tey avtalaðu at møtast á høvuðsjarnbreytini í Keypmannahavn. Hon fekk at vita á leið, hvussu stór nøgd var í taskuni.
Við toki fór hon einsamøll til Hanstholm og umborð á Norrønu.
Høvdu arbeitt saman áður
Hon kendi ikki íslendingin, sum hevði ringt til hennara og gav henni taskuna við hassjinum í. Tey høvdu arbeitt saman nakrar ferðir segði hon.
Kvinnan visti ikki, hvør í Føroyum skuldi hava hassjið. Hon skuldi fara á Hotel Hafnia, og har skuldi onkur koma til hennara. Men kom ongantíð so langt.
Íslendingurin, sum var millummaður, hevði lovað henni 900.000 íslendskar krónur fyri tænastuna, svarandi til 42.000 føroyskar krónur. Hon skuldi tó bara fáa helvtina, tí hin helvtin fór fyri skuld.
Kvinnan hevði einki samband við Føroyar.
Taskan, sum hon tók ímóti, var ein teldutaska, og i taskuni var ein telda umframt vakumpakkað hassj.
Professionelt
Ákærin helt, at her var talan um sera professionella smugling, og at valt var at smugla við Norrønu, tí har var vandin minni at verða tikin, enn um hon fór við flogfari.
Hann kravdi kvinnuna dømda fongsulsrevsing í fyra mánaðir. Verjin helt hinvegin, at tríggir mánaðir vóru meira hóskandi, og at teir kundu vera treytaðir, tí kvinnan var so tilkomin, og hon hevði hvørki keypt ella seld.
Dómarin dømdui kvinnuna fongsulsrevsing í tríggjar mánaðir, og dómurin var treytaleysur. Kvinnan, sum longu hevur sitið varðhaldsfongslað í ein mánað, fór niðan aftur at sita, men hon fer ikki at sita so leingi aftrat, tí um einar tríggjar vikur kann hon vænta at verða royndarleyslatin og verður tá víst av landinum.
Dómurin segði eisini, at kvinnan skal útvísast við forboð fyri at koma aftur komandi fimm árini.
Kvinnan tók við dóminum.