Ferðsla
Mánakvøldið í síðstu viku kundi enn ein álvarslig vanlukka verið hend á havnalagnum í Saltangará. Hendingin fór fram úti á pierinum, tá ið ein bilur við trimum ungum gentum mundi farið á sjógv millum tvey skip. Annað skipið var sandbáturin hjá Niclasi Højgaard.
18, 17 og 17
Førarin á bilinum, Maria í Grund, sum er 18 ára gomul, fekk koyrikortið fyrst í hesum árinum. Við síðuna av henni sat 17 ára gamla systirin, Marna. Aftanfyri í bilinum, sum bert hevur tvær hurðar, sat 17 ára gamla vinkona teirra, Jonna.
Allar búgva tær í Søldarfirði.
Hendingin fór fram, tá ið Maria av óvart kom at traðka á speedaran heldur enn bremsuna. Bæði framhjólini á bilinum fóru út um bryggjukantin, sum tískil hekk á "búkinum". So heppið var tað, at annað hjólið kom at hvíla á endanum hjá sandbátinum, og pápi Mariu og Marnu, Sámal Petur í Grund, sigur, at soleiðis, sum hann hevur skilt álvarsligu støðuna, var endin avgerandi fyri, at bilurin ikki fór í havið.
Mamma Jonny, Sigrid Gaardbo, sigur, at dóttirin ringdi beint eftir hendingina og segði, hvat var hent.
- Seinni hava vit hugsað um, hvat kundi verið hent, og tað er ein óhugnaligur tanki, sigur hon.
Álvarslig støða
Sigrid sigur, at genturnar vóru ræddar, men samstundis
høvdu tær ? ungdóminum so líkt ? hug at smírast at, hvussu gekst at koma út úr bilinum, meðan hann enn hekk hálvur út av bryggjuni.
Hon sigur eftir dóttrini, at allar tríggjar genturnar noyddust at grulva úr bilinum.
Sosialurin hevur skilt, at støðan tóktist so álvarslig, at genturnar tordu illa at røra seg í bilinum, til hjálp var komin á staðið.
Ein maður var á bryggjuni, og skjótt komu fólk, sum vóru umborð á skipunum, eisini til hjálpar.
Tað eydnaðist í øllum góðum at fáa tær tríggjar genturnar út úr bilinum og uppá bryggjuna í tryggleikan.
Sámal Petur sigur, at Maria, sum siglir við Nærabergi, hevur koyrt stutt og bilurin, genturnar koyrdu í, hevur automatisk gear.
- Vit kunnu bara vera fegin um, at alt endaði væl, sigur pápin at teimum tveimum gentunum.
Ein hending
Hendingin næst síðsta mánakvøld er eitt prógv um, hvat kann henda, tá ið illa vil til. Tíbetur hendi eingin vanlukka, men tað kundi verið so skjótt, tá ið bilurin var so nær við at koppa út av og í bláan sjógv.
Seinastu mánaðirnar eru fleiri bilar endaðir á sjónum, og fólk standa spyrjandi, hví slíkt hendir.
Í Havn eru tveir bilar farnir á sjógv. Í øðrum førinum doyði ein maður, og á oljubryggjuni í Saltangará fór ein bilur út av við faðiri og soni, har sonurin læt lív.
Hendingin, sum rakti tær tríggjar genturnar, Mariu, Marnu og Jonnu, var eitt hendiligt óhapp, sum tíbetur ikki førdi til eina álvarsliga vanlukku.
Men tað var um reppið.