Í gjárkvøldið leiktu Bayern Munchen og Real Madrid seg sannførandi víðari í Champions League kappingini, og aftur í kvøld tryggja tvey lið sær pláss í fjórðingsfinalunum.
Merkisvert við uppgerðunum í gjár var annars at úrslitini endaðu við júst somu úrslitum sum í fyrru uppgerðunum. Men tað eru ikki stór útlit fyri at tað fer at henda í kvøld. Barcelona er nevniliga stórfavorittur á heimavølli ímóti franska Paris Saint Germain, sum vann fyrru uppgerðina 4-0. Í hinum dystinum er Dortmund eisini stórfavorittur ímóti Benfica. Benfica vann har 1-0 í fyrru uppgerðini í Portugal.
Veddingarfyritøkurnar trúgva so lítið uppá Paris Saint Germain, at ein sigur til franska liðið gevur nærum seks ferðir pengarnar aftur, meðan ein sigur til Benfica í Týsklandi móti Dortmund gevur heili tíggju ferðir pengarnar aftur.
Hóast Barcelona er stórfavorittur í kvøld á heimavøllli móti Paris Saint Germain, røkist lítið fyri, at teir fara at spæla seg víðari í kappingini. Teir skulu vinna við minst fýra málum fyri at geva sær nakran møguleika, ið tykist ógvuliga ósannlíkt tá man hugsar um fyrru uppgerðina millum feløgini.
Størri sær møguleikin út til at vera hjá Dortmund, sum leikliga var omaná í fyrru uppgerðini í Portugal. Eitt reytt kort til Dortmund, broytti tó fyritreytirnar nógv í tí dystinum, sum altso endaði við einum sigri til Benfica.
Báðir dystirnir í kvøld byrja klokkan 19:45 og vera vístir á Televarpinum.
Dystirnir í kvøld:
Barcelona – Paris Saint Germain (Vístur á Tv3+)
Dortmund – Benfica (Vístur á Tv3Sport1)