Trúgvur móti samleikanum

- Summarfestivalurin er ikki bara nostalgi. Men konseptið liggur nær tónlistarliga samleikanum hjá Norðoyggjum. Ein samleiki, har sangbærur og savnandi tónleikur er í hásætinum. Tað kunnu summi so kalla nostalgi, men fyrst og fremst, so miða vit eftir einum breiðum og fólksligum átaki, sigur Erik Biskopstø, nú fyrireikingarnar til Shu-bi-dua, David Phelps, The Rasmus, TrøllaPætur og øll hini eru í hæddini

Summarfestivalur

Nostalgiskur. Fá ella eingi eksperiment og traditiónirnar í hásætinum. Tað eru nakrar av høvuðsetikettunum, sum støðugt verða heftar á Summarfestivalin í Klaksvík, sum í so máta brýtur nakað frá hinum stóra føroyska festivalinum.
Tá fyrstu spírarnir til festivalin sóu dagsins ljós í fjør heyst, var eisini skjótt, at nostalgiin kom uppí. Fyrsta veruliga stóra navnið, sum varð sett á breddan, var rock-legendan úr Uriah Heep, Ken Hensley, og sum frá leið gjørdust væl kendu nøvnini alt fleiri í tali. Frændur, Hjarnar, Hanus Johansen, Ólavur Prestley og so eisini Boney M. Nøvn, sum kundu fáa øll 70- og 80arahjørtu at brána í summarhitanum, sum gjørdi um seg júst somu dagarnar, sum festivalurin stóð á skránni.

Sangbærur tónleikur
Framúr góða veðrið var kanska eisini við til at ekspandera Festivalin skjótari, enn fyrireikararnir høvdu væntað. Í øllum førum mundi størsti parturin av teimum 6.000, sum vóru á Vágsbøi 2004, eisini vitja aftur í fjør, tá mannamúgvan mest sum allan leygardagin mundi liggja um tey 8.000. Hesa ferð við Straight Ahead, Science Fiction, Dynamit, Anne Linnet og Shakin Stevens umboðandi afturhvarvið, meðan McFadden og Anna Jonsson samstundis vístu á, at sjónarringurin eisini rakk inn í nýggju øldina. »Tað var sum á ólavsøku« tók onkur til, og hóast tað kanska er at ganga sterka lokala samleikanum hjá klaksvíkingum dekan ov nær, so er tað nú eingin rong samanbering.
Tí við átakinum, sum fyrireikararnir fóru í holt við fyri hálvtum triðja ári síðani, raktu teir so beint í sentrum av stórum parti av fólkasálini. Og hóast fyrireikararnir sjálvir ikki so fegnir nýta »nostalgi«, so ásanna teir, at tað er ikki einki um hetta.
- Tað hongur kanska mest saman við tónlistarligu traditiónunum, sum vit hava havt í Klaksvík, sigur Erik Biskopstø, sum saman við restini av liðnum nú er í fullari ferð við at fáa seinastu fyrireikingarnar frá hondini.
- Vit hava havt nógvar væl dámdar bólkar, og felagseyðkennið hevur fyrst og fremst verið, at tónleikurin hevur verið sangbærur og savnandi. Tí var tað væl eisini náttúrligt, at hetta slagið av tónleiki gjørdist kjarnan í okkara konseptið.
- Samstundis hildu vit eisini, at fólk um 35 og omanfyri í nógvar mátar vóru eitt sindur forsømd, tá talan var um slík tiltøk. Tí var náttúrligt at leita nakað aftureftir - bæði innan- og uttanlands - og tað tykist vera nakað, sum hevur hóvað fólkinum væl. So kanst tú kalla tað nostalgi, um tú vilt, men okkara ynski er so fyrst og fremst, at skapa eitt áhugavert tiltak, sum er fyri alla familjuna. Sjálvandi er vandin við at sikta breitt, at einki verður rakt, men tíbetur tykjast vit vera slopnir undan hesum.
- Og so er festivalurin hóast alt eisini meira enn tað. Í ár hava vit eitt nú nøvn sum Johnny Deluxe og The Rasmus, sum báðir eru sera aktuellir. Ein sum ein ein av heitastu bólkunum í Danmark, og hin sum ein finskur bólkur, sum í løtuni turnerar kring allan heimin.

Veðrið er nakað fyri seg
Hóast nógv fólk var til festivalin bæði fyrsta og næsta árið, so vóru karmarnir kring tónleikin sera ólíkir. Ikki minst, tí veðurgudarnir, sum høvdu verið so blíðir í 2004, nú oystu regn oman yvir býin.
Hóast hetta ikki tóktist at nerva tað allarminsta, so ásannar Erik, at veðrið kann hava týdning. Og at týdningurin fyrsta árið í øllum førum var ovurstórur.
- Tú kanst sum so siga, at veðrið í 2004 gjørdi festivalin nógv størri, enn vit tordu at vóna. Sum dagurin leið, so komu bara alt fleiri fólk til Klaksvíkar, og tað var við til at skapa eina framúr uppliving.
- Tí vóru vit kanska eisini eitt sindur bangnir, tá tað í døgunum upp til festivalin í fjør oysti niður, men tað vísti seg tó ikki at bila. Mannamúgvan var enn størri, og tey allar flestu høvdu bara latið seg í eftir umstøðunum. Og sum heild haldi eg, at føroyingar hava lært seg at góðtaka eitt sindur av hvørjum, tá um veðrið ræður.
Men hvussu við útlendsku nøvnunum. Hvat siga tey til at spæla í slíkum veðri.
-Tað víst seg so als ikki at bila. Ættin var tíbetur í bakið á pallinum, so tey merktu lítið og einki sjálvi. Og tað er kanska eisini ein øðrvísi uppliving hjá teimum, at oysandi regn ikki koppar nøkrum sum helst.
Og besta dømi um sannleikan í hesi útsøgn, mundu vit fáa í fjør, tá Anne Linnet var á pallinum. Hetta var júst um tað mundið, tá regnið var av tí allarmesta: »I er dog fantastiske. Det pisser ned, og i er skideligeglade« ljóðaði kontana meldingin frá donsku songkvinnuni, áðrenn hon aftur leitaði í mest sum ótømandi goymsluna av væl kendum hittum.

Ber eisini til uttan klaksvíksbólkar
Onkra tíð hevur verið skotið fyrireikarunum fyri, at talan fyri nógva er um avdankaðar klaksvíkarbólkar, sum sleppa framat á festivalinum, men hesum er Erik als ikki samdur í. Og hann leggur afturat, at hóast gomlu bólkarnir avgjørt hava givið sítt íkast, so eru teir ikki sjálvt fundamentið undir festivalinum.
- Men tað hongur væl eisini saman við konseptinum hjá okkum. Sum eg havi sagt, so var kjarnin hjá bólkum sum Straight Ahead, Science Fiction, Frændum, Dynamitt og øðrum, at talan er um sanbæran og savnandi tónleik. Skulu vit hava slíkan tónleik fyri teimum, sum eru farin um tey 35  og kanska meira  so mugu vit væl leita aftureftir. Og tað vildi verið løgið, um vit ikki hugdu eftir teimum nøvnum, sum vit hava her.
- Tað er tó mark fyri, hvussu nógvar slíkar bólkar tú finnur her norðuri, og tað nostalgiska hvørvur eisini, um teir eru á pallinum hvørt ár. Í ár hava vit tó fingið Anfinn á pall, og hann dugir vanliga at seta lív í. Og við Hanus G. Johansen hava vit einasta navnið, sum hevur verið á hinum báðum festivalunum  og eisini hann eru vit sera fegnir um.
- Men vit meta tó ikki, at hesir bólkarnir eru fortreytin fyri festivalinum. Sjálvandi fara føroyskir bólkar altíð at vera við til at mynda ein slíkan festival, men vitt hava eisini sæð, at útlendsku nøvnini verða bæði fleiri og størri. Í ár er tað soleiðis bert Kim Hansen av føroysku solistunum, sum spælir á stóra pallinum. Og tað sigur nakað um, hvussu nógv tiltakiðð er vaksið, sigur Erik.
Og so kundu vit kanska lagt afturat, at gaman í er festivalurin størri. Men fólksligur er hann framvegis. Nakað sum 8.000 fólk á Vágsbøi í fjør væl og virðiliga kundu skriva undir uppá!