Ótrúlig vælvild

Innsavningin hjá Jónu Mortensen og øðrum til Somaliahjálpina hevur higartil givið út við 100.000 krónur

Tað stendur ongantíð á at fáa pening inn, tá ið savnað verður inn til neyðstødd fólk í heiminum.
Hetta varð enn eina ferð prógvað, tá ið Jóna Mortensen leygardagin læt upp loppumarknað á Áarvegnum í Havn. Handilin var beinanvegin stúgvandi fullur av fólki og gongubreytirnar við. Summi komu langvegis.
Har var eisini nógv at fáa fyri lítið og lætt. Lutir av ymsum slag og klæðir í dungavís.
- Vit fingu bara góðar lutir. Ikki eitt einsta plagg var ov vánaligt til at selja, sigur Jóna Mortensen.
Summi hildu, at tær seldu lutirnar ov bíliga, men Jóna Mortensen heldur, at tær gjørdu rætt. Kostaði ein lutur 20 krónur, lótu fólk gjarna 100 krónur fyri at stuðla.
Hon byrjaði fyrireikingarnar seinasta týsdag, og ikki hevði væntað, at tað fór at verða slíkt ódnartak. Dagin eftir komu longu fleiri kvinnur at hjálpa, so fíggjakvøldið var longu alt komið á pláss.
Hinu megin gøtuna var samstundis søla av kaffi og vaflum, og tann sølan gekk somuleiðis sera væl.
Fyrrapartin í dag hevði Jóna Mortensen enn ikki gjørt upp, hvussu nógv kom inn, men hon metti søluna leystliga hava givið 58.000 krónur, og við tí sum fólk lótu til innsavningina í reiðum peningi, eru komnar út við 100.000 krónur inn.
Nógv er eftir av lutum og klæðum, og tí hedur loppumarknaðurin fram. Opið er í dag og í morgin millum kl. 13 og 16 báðaar dagarnar.