Ótrúliga metið hjá Maxwell

Brasilski vinstrivongurin, Maxwell hevur vunnið 36 heiti, og tað er evropeiskt met.

Tá franska stórliðið, Paris Saint Germain vann fronsku ligacup-finaluni við 4-1 sigri gjørdist talan um eina serliga og søguliga løtu fyri brasilska vinstravongin, Maxwell.

 

Maxwell hevur síðani 2001 vunnið 36 heiti, sum fótbóltsspælari. Talan er um eitt evropeiskt met, sum hann nú deilir saman við Oleksandr Sjovkovskyj, sum var málverji hjá Dinamo Kiev alla sína tíð sum yrkisspælari.

 

Til samanberingar kann nevnast, at Manchester United legendan, Ryan Giggs vann 35 heiti, sum fótbóltsspælari á síni yrkisleið í Manchester United. Heimsmetið eigur tó egyptiski Hossam Hassan, sum vann ikki færri enn 41 heiti í síni tíð sum yrkisspælari.

 

Besti vinmaðurin hjá Maxwell frá tíðini í Amsterdam stutt aftaná aldarskiftið, Zlatan Ibrahimovic hevur til samanberingar vunnið 32 heiti sum yrkisspælari. 

 

Maxwell og heitini hann hevur vunnið:

 

Cruzeiro:
Brasilska steypakappingin (1): 2000


Ajax Amsterdam:

Niðurlendska heiðursdeildin (2): 2001–02, 2003–04
KNVB Cup (2): 2001–02, 2005–06
Johan Cruyff Shield (2): 2002, 2005


Inter Milan:

Serie A (3): 2006–07, 2007–08, 2008–09
Supercup (2): 2006, 2008


FC Barcelona:

La Liga (2): 2009–10, 2010–11
Supercup (3): 2009, 2010, 2011
Champions League (1): 2010–11
UEFA Super Cup (2): 2009, 2011
HM fyri felagslið (2): 2009, 2011


Paris Saint-Germain:

Ligue 1 (4): 2012–13, 2013–14, 2014–15, 2015–16
Steypakappingin (2): 2014–15, 2015–16
Ligacup (4): 2013–14, 2014–15, 2015–16, 2016-17
Supercup (4): 2013, 2014, 2015, 2016