Trølla Pætur
Fyri tveimum vikum síðani kom íslendskt útgáva av fløguni hjá Kularótum og Trølla Pæturi á marknaðin. Tað er íslendska Music, sum hevur staðið fyri útgávuni, og eftir øllum at døma hevur móttøkan av hesum verið góð.
Og í øllum førum, so tykjast menninir handan Music at vera sannførdir um, at tað í Føroyum so sera væl umtókta konseptið væl og virðilga kann bera til í Íslandi.
Eftir bara tvær vikur á marknaðinum, tykist veruligur eftirspurningur eisini at vera eftir Trølla Pæturi og ommuni. Og í flogfarinum í dag fóru tey bæði til Íslands, har fleiri framførslur standa á skránni.
Vilja keypa konseptið
Og tað eru ikki bara framførslur, sum standa á skránni. Niklas Heri Jákupsson, sum er høvuðsmaðurin handan Trølla Pætur, váttar, at íslendski áhugin tykist sera ítøkiligur.
Fyrst og fremst, so fara Emil Gunnarstein (Trølla-omman, blðm.) og eg hava fleiri framførslur í Íslandi. Men hartil, so koma tveir íslendingar eisini at fylgja okkum, soleiðis at vit kunnu læra hesar upp í leiklutinum sum Trølla Pøtur og omman.
Vil tað siga, at íslendingar meira ella minni koma at keypa konseptið?
- Ja. Talan skal so at siga vera um júst sama konsept, og tí er eisini týdningarmikið, at teir íslendingarnir, sum koma at hava leiklutin, koma at líkjast okkara konseptið so væl, sum tað yvir høvur er gjørligt. Snøgt sagt, so skulu vit læra teir at kenna samleikan hjá Trølla Pæeturi og ommuni, soleiðis sum vit hava bygt hetta upp.
Umframt at tað soleiðis helst verður talan um hópin av trølla-showum í Íslandi, so sigur Niklas Heri, at Music eisini er sera áhugað í teimum útgávum, sum higartil hava verið í Føroyum.
- Nú vil eg ikki sláa tað alt ov stórt upp. Men teir siga í øllum førum, at sølan av fyrstu fløguni hevur gingið hampuliga væl. Nú vilja teir so fáa loyvi at geva fløguna um føðingardagin hjá Trølla Pæturi út í Íslandi, umframt at teir eisini vilja framleiða seinasta filmin hjá okkum á íslendskum.
Líka ríkur sum Ossi
Hóast einstøk dømi eru um tí, sum líkist útlendskum gjøgnumbroti, so er ein føroysk show-bizz søga, sum endar sum ein succés, er ikki akkurát tað, sum føroyingar eru mest vanir við. Sjálvur tykist Niklas Heri eisini at vera hampuliga varin, tá tosað verður um, hvørjar vónir hann hevur um hetta. Men hann leggur samstundis dent á, at hann eina sera stóra tiltrúgv til hetta.
- Tú kanst kalla tað eina barnatrúgv, sum eg havi hesum viðvíkjandi. Her heima hava børnini í øllum førum tikið hetta fult og heilt til sín. Og sjálvur havi eg hugsað, at um 90% av føroyskum børnum dámar hetta. Hvussu er tað so í Noreg, Íslandi, Danmark og aðra staðni við. Kunnu vit koma út til 60% ella kanska bara 30% her, so er tað jú so nógv størri, enn tað kann verða her í Føroyum. At konseptið er nóg gott, ivist eg onga løtu í. Men tað er tó langur vegur frá hesum og so til marknaðin. Júst tí eri eg eisini sera spentur upp á hetta í Íslandi, tí riggar hetta væl, so kann tað stytta munandi um leiðina til aðrar marknaðir, heldur hann.
Enn er tað tó ikki so, at Trølla Pætur er vorðin eins ríkur sum Ossi av hesum ævintýrinum. Men hóast Niklas Heri ikki tykist hava ríkidømi sum eitt mál í sjálvum sær hesum viðvíkjandi, so tykist hann hava vónir um, at hetta kann kasta nakað av sær.
- Tað er sjálvandi so, at tá vit eiga konseptið, so eru tað eisini vit, sum kunnu forvinna nakað við hesum. Hinvegin, so havi eg ongar ætlanir um at krevja somikið nógv, at projektið skal kollsigla. Fyrst og fremst, so haldi eg tað vera stuttligt, um vit á hendan hátt kunnu røkka enn longur, men tað sigur seg sjálvt, at vit ikki bara fara at avhenda hugskotið fyri einki. Men alt hetta er so ein spurningur, sum vit fara at tosa um, nú vit fara til Íslands, staðfestir hann at enda.
Vit kunnu at enda nevna, at vil lesarin hoyra, hvussu Trølla Pætur ljóðar á íslendskum, so er hetta eingin trupulleiki. Við at fara á slóðina, www.katirkrakkar.is og trýsta á »hlusta«, ber til at hoyra Trölla-Pétur syngja sangin, sum veruliga gav honum gjøgnumbrotið her í Føroyum. Um talan við hesum so eisini um íslendska gjøgnumbrotið fer tíðin at vísa.