? Uttanlandsnevndin skal hava frið at viðgera uppritið. Landsstýrið hevur stemplað tað í trúnaði fyri at verja viðgerina, og tí er tað óheppi, at partar av innihaldinum í uppritinum er vorðið alment gjørnum fjølmiðlarnar.
Hetta er svarið frá Høgna Hoydal, eftir, at tað er vorðið greitt, at nógv umtalaða uppritið til samráðingarnar við donsku stórnina ikki verður almannakunngjørt, eins og væntað.
Løgmaður í tvístøðu
Annfinn Kalsberg, løgmaður, heldur einki vera í vegin fyri at almannakunngera uppritið. Men orsøkin til, at hann hevur tikið støðu til ikki at almannakunngera tað er, at hetta setir hann í eina tvístøðu.
? Tað er púra rætt, at landsstýrið í sínum útmeldingum hevur lagt stóran dent á, at tað metir opinleika at vera ógvuliga tíðandi í hesum máli. Tað er eisini rætt, at ein ávísur vandi er fyri illgitingum og skeivum upplýsingum, um uppritið ikki verður almannakunngjørt fyri Føroya fólki. Men hinvegin eru aðrir vansar, um uppritið verður almannakunngjørt.
Løgmaður vísir á, at verður uppritið almannakunngjørt, má alt samskifti millum landsstýrið og uttanlandsnevndina eisini almannakunngerast, og tá verða upplýsingar, ið kunnu skaða samráðingarstøðuna eisini almannakunngjørdir.
Landsstýrið var týsdagin á fundi við uttanlandsnevndina, og tá merkti landsstýrið sambært Høgna Hoydal á uttanlandsnevndini, at hon helst ikki vildi hava uppritið almannakunngjørt, tí hon sá vanda fyri, at hetta fór at ávirka viðgerðina í sjálvari nevndini.
Danir møguliga kunnaðir áðrenn føroyingar
Millum 13. og 24. mars fer løgmaður á fund við danska forsætisráðharran. Tá fær Poul Nyrup Rasmussen eitt uppskot til nýggjan sáttmála, ið er grundaður á uppritið, ið er latið uttanlandsnevndini. Sostætt verður danska stjórnin kunnað um innihaldið í uppritinum og meira afturat á hesum fundi. Men kortini er ikki vist, at Føroya fólk verður kunnað áðrenn hetta.
Í hesum sambandi sigur løgmaður seg aftur vera í einari tvístøðu.
? Tað er púra rætt, at tað kann kennast løgi, at Føroya fólk ikki verður kunnað áðrenn hol verður sett á samráðingarnar, men eg tori rætt og slætt ikki at lova, at fólkið verður kunnað, tíverri.
Evstamarkið kroystir ikki nevndina
At løgmaður hevur biðið Nyrup um fund einaferð millum 13. og 24. mars gevur uttanlandsnevndini at evstamark til at vera liðug at viðgera uppritið. Men løgmaður sigur, at henda freist er gjørd í fullum samráð við nevndina, ið ongan trupulleika sær í, at hon skal vera liðug við viðgerina til hesa tíð.
? Vit hava eisini boðað Nyrup frá, at uttanlandsnevndin skal vera liðug áðrenn vit fara í gongd við samráðingarnar, sigur løgmaður.
Anfinn Kalsberg sigur orsøkina til, at hann nú hevur biðið Poul Nyrup Rasmussen um fund vera, at danska stjórnin hevur stramman álmannakka, og skal hon, eins og føroyingar hava tíð til at fyrireika seg, áðrenn hol verður sett á endaligu samráðingarnar.