Tróndur boksar í Danmark

Føroyski boksarin skal í morgin royna seg í veruligum amatørdysti.

Í morgin skal føroyski boksarin, Tróndur Djurhuus Kjærbæk, boksa sín fyrsta veruliga amatørdyst í Danmark. Dysturin verður á stóra nýggjársgalla hjá Nykøbing Falster Bokseklub við upp ímóti 800 áskoðarum.


Tróndur er boðin við til hetta tiltakið eftir at hann boksaði tveir diplomdystir í Nykøbing á Sælandi herfyri. Hann boksar í elitubólkinum í vektbólkinum 75 kilo, har boksararnir ikki hava nakran hjálm.


Tróndur Djurhuus Kjærbæk skal hitta ein boksara úr Nakskov Bokseklub, sum eisini boksar sín fyrsta amatørdyst.


- Um dystin kann eg bara siga, at Tróndur er í toppformi og fokuseraður upp á dystin. Um mótstøðumaðurin ikki hevur ein góðan dag í morgin, so endar dysturin bratt, sigur venjarin í Tórshavn Boksing, Marting Meng.


- Hetta er boksing. Vit fara ikki inn til dyst ófyrireikaðir. Vit hava ikki ferðast 1200-1500 kilometrar fyri at tapa. Vit hava eina gameplan at halda okkum til, og Tróndur hevur mítt fulla álit, sigur hann víðari.


- Tróndur hevur eitt fantastiskt jab, og tað skal undra meg um mótsøðumaðurin klárar trý umfør við 'lige venstre' hjá Tróndi, sigur Martin Meng.


Tiltakið byrjar í annaðkvøld kl.18.30. Tað er framvegis ikki greitt júst hvat klokkan dysturin hjá Tróndi Djurhuus Kjærbæk verður.