Víðagitni tónleikararnir Trónur Enni og Steintór Rasmussen, hava nú útgivið eitt lag, sum teir hava umsett til føroyskt. Uppruna lagið eigur skaldið Bubbi Morthens. Fyrsta liðið í einum heldur forkunnugum samstarvi hevur nú sæð dagsins ljós. Talan er um samstarvið millum Trónd Enni og Steintór Rasmussen, og er fyrsta lag teirra nú at hoyra í Rás2 og Útvarpinum hjá Kringvarpinum.
Lagið ber heitið ?Sum Aldrin Fyrr?, og er tað ein føroysk útgáva av einum lagi hjá víðagitna skaldinum Bubbi Morthens.
-Eg havi altíð elskað Bubbi Morthens, og serstakliga hetta lagið. Eg haldi, at lagið er ógvuliga romantiskt og pent, sigur Tróndur Enni, ið eisini leggur dent á, at Steintór Rasmussen eigur æruna fyri nýggja lagið.
?Sum Aldrin Fyrr? er eftir ætlan bert fyrsta stigið á leiðini, tí Tróndur Enni og Steintór Rasmussen hava ætlanir um at útgeva eina fløgu saman.
-Hetta er fyrsta lagið, sum vit hava gjørt saman, og vónandi verður tað eisini fyrsta lagið av einari fløgu, sigur Tróndur Enni.
Eftir ætlan skal fløgan innihalda fleiri kend norðurlendsk løg, ið Steintór og Tróndur í felag fara at umseta til føroyskt og leggja síni fingramerki á.
Enn er ikki greitt júst nær nýggja fløgan kemur á gøtuna.