Á hvørjum ári ger Havstovan makrelroyndir í føroyskum sjógvi.
Royndirnar verða gjørdar nøkulunda í senn í Noregi, Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Kanningin ber heitið "Cruise report from the International Ecosystem Summer Survey in the Nordic Seas (IESSNS)".
- Tað er Havstovan, sum stendur fyri føroyska partinum av kanningini, og bjóðar arbeiðið út til føroysk skip. Í ár hevði Tróndur í Gøtu lægsta boð av teimum skipum, sum luku treytirnar hjá Havstovuni.
Tað veit heimasíðan hjá Varðanum í Gøtu at siga. Lagt verður aftrat, at manningin umborð á Tróndi í Gøtu, nú teir gera hesar royndir, telur 14, og haraftrat eru fýra granskarar við frá Havstovuni.
- Tróndur í Gøtu byrjaði túrin í Havn um vikuskiftið, har teir tóku útgerð umborð. Øll londini, sum eru við í kanningunum, brúka sama slag og stødd av troli og útgerð annars.
Varðin í Gøtu veit at siga, at skipini fyrst sigldu sunnanfyri Føroyar, og tey fara annars inn í bæði norskan og íslendskan sjógv. Kanningarnar verða lidnar til 24. juli.