Tróndur í Gøtu hjá Varðanum hevur sett kós á Tvøroyri við 1.400 tonsum av sild, sum teir hava fiskað í íslendskum sjógvi. Skipið verður á Tvøroyri í morgin fyrrapartin. Tað skrivar heimasíðan jn.fo, sum eisini veit at siga, at Gøtunes og Tummas T. liggja á Tvøroyri í løtuni.
Øll trý skipini landa til Varðan Pelagic. Í løtuni landar Gøtunes, og síðani skal Tummas T. landa. Væntandi sleppur Tróndur í Gøtu at landa týsdagin, skrivar jn.fo.