Tróndur í Gøtu var nevniliga ikki bert heiðraður við stórari standmynd, hann var eisini miðdepilin í Gøtu kirkju, tá nýskrivað tónlistarverk varð framført. Kirkjan var stúgvandi full, tá Aldubáran, Eivør Pálsdóttir, Rúni Brattaberg og Eystanljóði framførdu verkið, sum bretin Gavin Bryars hevur skrivað. Ein sera stórfingin løta í hesi so serstøku kirkju í hjartanum á Gøtunum. Rógvi Laksáfoss tók hesar myndirnar fyri Sosialin.