Sjáldsamt er tað, men fyri 20 árum síðani var søgan júst hin sama.
Tá skúlarnir byrjaðu aftur eftir summarfrítíðina 2020, byrjaðu tveir 1. flokkar í Vágs Skúla, 1. a og 1. b.
Men sjáldsamt við hesum er, at trý pør av tvíburðum ganga í 1. flokki í Vágs Skúla skúlaárið 20/21.
Fimm gentur og ein drongur.
Hóast tað var vanligt fyri eini 25-30 árum síðani, at fleiri flokkar vóru í sama árgangi, so er tað als ikki á hvørjum ári longur, at næmingar eru til meira enn ein 1. flokk í Vágs Skúla, men í ár eru so tveir flokkar.
Og vit skulu 20 ár aftur í tíðina, fyri at minnast aftur á, tá tveir 1. flokkar seinast byrjaðu í Vágs Skúla. Tað var í 2001. Teir næmingarnir eru í dag eini 26 ára gamlir.
Og tað sjáldsamasta er, at tá vóru eisini trý tvíburapør í hesum flokkunum. Og eisini 5 gentur og ein drongur. So søgan endurtekur seg.
Á myndini síggja vit tey trý tvíburapørini, sum í dag ganga í 1. flokki í Vágs Skúla. Tey eru frá vinstru: Tróndur Ryggshamar Simonsen, Ró Ryggshamar Simonsen, Ebba Kirke Davidsen, Jytta Kirke Davidsen, Eva Augustinussen og Sára Augustinussen.´burar
Hetta er bert ein av søgunum um tvíburðar, sum eru í Vikuskiftis-Sosialinum farna vikuskifti, og har ber til at lesa meira.