Trýr ikki upp á Liverpool

Venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, roknar við, at tað verður Chelsea, sum fer at kappast við meistararnar um gullið.

- Seinast hevði Liverpool sítt besta kappingarár í 20 ár, men kortini endaðu teir fýra stig aftan fyri okkum. Bara at klára tað sama í ár, verður serstakliga trupult hjá teimum. Og tað verður enn truplari at betra, sigur Sir Alex, sum ongan tíð hevur verið serliga høgt í metum millum Liverpool-viðhaldsfólk. Ikki minst høvdu hann og Rafael Benitez fleiri verbalar samanbrestir í vár, og longu nú tykist Fergie at hita upp til enn ein av slagnum.