NSÍ eigur nógvar grannar. Ein av teimum er EB/Streymur, sum í kvøld verður gestur við Løkina í Runavík.
NSÍ hevur 23 stig, og EB/Streymur hevur sjey stig.
Málmunurin hjá NSÍ er 25 – 6, og hjá EB/Streymi er málmunurin 6 – 19.
Tá ið liðini hittust í Streymnesi 17. mai vann NSÍ 3-0. Tveir av teimum, sum tá skoraðu málini, vera ikki millum teir fyrstu ellivu í kvøld. Mórits Heini Mortensen, sum skoraði til 1-0, er skaddur, og Aron Knudsen, sum skoraði til 2-0, var millum teir fyrstu ellivu í gjárkvøldið, tá ið næstbesta liðið við 3-1 sigri ímóti B68 tók oddasessin í 1. deild.
Hjá NSÍ eru vongverjin Bárður J. Hansen og miðverjin Jákup Jakobsen tøkir aftur eftir skaðasteðg. Tórður Thomsen noyddist tíðliga skaddur av vøllinum, tá ið NSÍ sunnukvøldið vann 3-2 á Argjum. Karstin Hansen loysti av, og hann verður eisini í kvøld í NSÍ málinum.
Hjá EB/Streymi eru verjuspælararnir Petur Zachariasen, Bjarki Zachariasen og Poul G. Olsen skaddir. Tað er ivasamt, um Fannhard A. Skoradal er førur fyri at spæla. Tóki H. Johannesen er tøkur aftur, eftir at hann hevur sitið uttanfyri við heilaskjálvta.
Tríggjar tær seinastu ferðirnar, tá ið EB/Streymur hevur vitjað NSÍ, er tað ikki eydnast gestunum at skora. NSÍ hevur tilsaman vunnið 9-0. Síðsta EB/Streyma stigið í Runavík varð vunnið í 2017, tá ið fyrri dysturin endaði 1-1, meðan NSÍ vann tann seinna 3-2.