Trý ára fongsulsrevsing

Tann nógv umrøddi bakmaðurin í stóra narkomálinum varð av Eystara landsrætti dømdur 3 ára fongsulsrevsing. Dómurin í Føroya rætti varð í høvuðsheitum staðfestur, men smá frávik vórðu gjørd í mongdunum. Talan er um harðastu revsingina av sínum slag í Føroyum

NARKOMÀLIÐ

Kl. 8. 45 fríggjamorgunin kunngjørdu teir tríggir landsrættardómararnir, Knud Knudsen, Kaspar Linkis og Sanne Kolmos, dómin fyri tann 36 ára gamla, ið verður mettur av vera tann høvuðsákærdi í tí stóra narkomálinm. Dómurin gjørdist 3 ár. Hetta eru tveir mánaðir meira enn tann 36 ára gamli fekk í Føroya rætti. Revsingin liggur millum krøvini frá verjanum og ákæranum, sum kravdu ávíkavíst 20 mánaðir 45 mánaðir.
Tað var tann 36 ára gamli, ið valdi kæra dómin fyri Eystara landsrætti. Síðani hevur ákæruvaldið aftur kært til Eystara landsrætt fyri nøkur punkt í dóminum í Føroya rætti. Sjálv ákæran, ið dómurin frá Føroya rætti er grundaður á, er í 33 punktum. Tað vóru tó ikki øll punktini, ið vórðu kærd til landsrættin. Tann 36 ára gamli kravdi frídøming í nøkrum punktum, og hann kravdi í fleiri førum linari revsing. í flestu førum staðfesti Eystari landsrættur dómin hjá Føroya rætti. Mongdir eru tó eitt sindur størri, og hetta hevur mestur merkt dómin, soleiðis at talan gjørdist um økta revsing.
Munurin á báðum dómunum eru mongdirnar. Í Føroya rætti varð dømt fyri innsmugling av 2 kg av hassji, harumframt sølu av 10,74 kg afturat, viðvirkan til innsmugling av 54 kokain og sølu av 60g og sølu av 25 g amfetamin og roynd at útvega sær 10 g harafturat.
Í dóminum frá Eystara landsrætti stendur soleiðis at lesa:
?Mongdin av euforiserende(dusandi) evnum, sum tann ákærdi er dømdur eftir, eru umleið 14 kg av hassj, umleið 133 g av kokain og 55 g amfetamin.?
Bæði í Føroya rætti og í landsrættinum varð dentur lagdur á, at somu mongdir kunnu koma fyri í fleiri førum.
Samanumtikið ber til at siga, at Eystari landsrættur hevur í sínum dómi tikið munandi størri nøgdir við. Talan kann eisini vera um ymsar samaleggingar.
Í tílíkum málum verður harðasti straffurin vanliga givin fyri innsmugling.
Tann 36 ára gamli skal gjalda 550.000 kr. fyri sína inntøku av rúsevnasøluni. Hetta tal var 650.000 í Føroya rætti. Í dóminum frá Eystara landsrætti stendur at lesa, at ein stór óvissa valdar um prís, og tí verður ein mett upphædd løgd hald á.
Afturat teimu 550.000 túsund krónum skyldar tann 36 ára gamli sakarmálskostnaðin fyri bæði ráttargongdina í Føroya rætti og Eystara landsrætti. í Føroya rætti gjørdist kostanðurin fyri rættarmálið 140.000 kr., umframt Mvg.
Tað hevur tó ikki eydnast løgreglu ella ákæruvaldið at funnið nakrar pengar hjá tí 36 ára gamla. Tað verður sostatt staturin, sum kemur at gjalda kostnaðin fyri tann 36 ára gamla, til hann aftur fær fatur á peningi ella løgreglan finnur pening hjá honum.
Hin 36 ára gamli fer væntandi til Danmarkar at sita. Umstøður eru ikki til at sita so leingi í Føroyum, og tí fer tann 36 ára gamli mest sannlíkt til Danmarkar. Hann verður verandi varðhaldsfongslaður til sjálv revsingin byrjar. Hann hevur sitið varðhaldsfongslaður síðani 17. januar í ár. Frá 17, januar til 25. apríl hevur hann sitið avbyrgdir (isolatiónsfongslaður). Hetta kemur mest sannlíkt honum til góðar, tí revsingin í Danmark verður niðursett við einum degi fyri hvørjar tríggar, ið ein situr varðhaldsfongslaður. Tað merkirs sostatt, at tann 36 ára gamli sleppur undan umleið einum mánaði handan rimar.

Savnandi leiklut
Ein munur á dóminum í Føroya rætti og honum í Eystara landrætti er tann, at Eystari landsrættur gevur ákæruvaldinum viðhald í, at tann 36 ára gamli hevur spælt ein stóran og miðsavnandi leiklut í smuglingini og søluni av rúsevnum í Føroyum.
Soljóðandi stendur at lesa í dóminum:
?Der lægges ved strafudmålingen tillige vægt på sagens omfattende karakter, både i tidsmæssige udstrækning og med hensyn til mængden af euforiserende stoffer. Fer lægges endvidere vægt på, at det efter bevisførelsen, herunder de foretagne aflytninger, kan lægges til grund, at tiltalte har indtaget en meget central og overordnet rolle både med hensyn til at skaffe stofferne til Færøerne og med hensyn til distribution og videresalg til Færøerne.?

Væl nøgd
Dorthe Møller Andersen, ið hevur verið ákæri í málinum, sigur, at hon er væl nøgd við dómin. Hon sigur, at arbeiðið hevur verið sera umfatandi, og hetta hevur kravt nógva tíð og orku frá ákærumyndugleikanum og løgregluni.
Málið er nógv tað størsta málið av sínum slag í Føroyum. Enn eru persónar eftir, sum skulu fyri rættin í sambandi við stóra atsóknina móti rúsevnamarknaðinum í Føroyum, ið løgreglan gjørdi alment kenda í januar eftir drúgvar og umfatandi kanningar.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá tí 36 ára gamla manninum.