Útróðrarbátar rokast við línu

- Útróðrarbátar, sum fiska við línu, hava framvegis góðan fiskiskap - ja, teir fáa snøgt sagt fult av fiski, sigur Kaj Otto Frederiksberg hjá FoFish.

 

Útróðrarbátar, sum royna við línu, fáa framvegis nógvan fisk, og í morgun høvdu Brandur og Anru ávikvist 11.000 og 9.000 pund - ella eini 250 til 300 pund á línuna. Í dag vóru umleið tveir triðingar av veiðini hýsa, men tað hava eisini javnan verið dagar, har hýsan taldi ein triðing og toskurin tveir triðingar.

Brandur og Anru leggja sum oftast veiðina upp í Norðdepli, og síðan koyrir FoFish, sum eisini rekur Norðfra í Leirvík, eftir fiskinum við bilum. Á bryggjuni í Norðdepli er krani, sum teir brúka til at hiva fiskin upp úr bátunum við. Alt eftir, hvar bátarnir eru, hendir eisini, at teir leggja veiðina upp í Leirvík.

Kaj Otto Frederiksberg sigur, at útróðrarbátarnir, sum fiska við línu, framvegis hava góðan fiskiskap - ja, teir fáa snøgt sagt fult av fiski, sum hann tekur til. Tað hevur gingið væl hjá bæði Brandi og Anru, og nakrar dagar herfyri hevði Brandur bæði 14.000 og 16.000 pund.

- Vit keypa fiskin hjá bátunum, og tað er serliga hýsan, sum er okkara. Ein part av toskinum selja vit til aðrar framleiðarar. Tað vísir seg, at frægasti útróðrarfiskurin er eystan fyri. Longur norður og vestur, bátarnir koma, heldur verri er fiskurin í standi. Men, bæði stórur og smærri toskur hava stór og góð rogn.

Kaj Otto Frederiksberg vísir á, at útróðrarfiskurin, sum var rak í fjør summar og í heyst, hevur ikki fingið ta fiti aftur, sum hann plagar at hava, tá hann er bestur. - Men, fiskurin er betur nú. Eg haldi, at miðalúrtøkan í løtuni er eini sjey prosent lægri, enn tá útróðrarfiskurin er bestur, leggur hann aftrat.

##med2##