Útróðrarbátur rent á land

Týskvøldið hin 8. juli um tíggjutíðina fekk sjóbjargingarstøðin fráboðan frá løgregluni í Klaksvík, um at báturin Pollur var farin á land, norðuri við Kunoyarnakkin á Kunoynni. Ein maður var umborð og báturin lak illa.
Ein bátur úr Klaksvík, Saga, fór á staðið til hjálpar og bátarnir Elsa og Turid vóru eisini á leiðini. Klaksvíkar Bjargingarfelag og Brandstøðin vórðu fráboðað og teir fingu fatur í pumpum, sum blivu koyrdar umborð á Alfa Pilot, ið síðani setti kós móti Polli.
Umleið klokkan hálv-gum ellivu hevði Saga fingið fast á Poll og byrjað varð at sleipa, men báturin lak illa og gjálvut var í sjónum, so vandi var fyri at báturin fór at søkka.
Alfa Pilot kom á staðið við pumpum og tað tók bert eina lítla løtu at pumpa sjógvin úr Polli. Alfa Pilot sleipaði síðan Poll til Klaksvíkar, har hann var tikin upp.
Løgreglan í Klaksvík sigur, at eitt kanningararbeiði verður gjørt fyri at staðfesta orsøkina til tilburðin.