Gágguveiða
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, hevur sett Bjørn Kalsø, landsstýrismann í fiskivinnumálum, skrivligan fyrispurning um vinnuliga gágguveiði, sum nú fer fram undir Føroyum.
Í fyrispurninginum sigur løgtingsmaðurin ikki, hvat skip talan er um, sum nú er á gágguveiði. Skipið er bert tað eina, og tað er nevniliga Bergunn, fyrrverandi Skansatanga, sum í fjør summar royndi eftir krabba undir Føroyum.
Fleiri spurningar
Løgtingsmaðurin vísir á, at útróðrarmenn hava trupult við at fáa línurnar niður á vanligari línuleið, tí "skip hevur hegnað stórt øki av við hundraðtals gággurúsum?", sum hann tekur til.
Kári vil tí í fyrsta lagi hava landsstýrismannin at greiða frá, hvussu nógv loyvir eru givin til veiði eftir gággu við glúpi ella rúsum.
Hann spyr, um hetta eru tíðaravmarkaði royndarloyvir, og um nakrar avmarkingar eru í talinum av rúsum.
Løgtingsmaðurin vil eisini hava at vita, um nakrar avmarkingar eru sum siga, hvar reiðskapurin kann setast.
At enda spyr hann, hvønn framtíðarpolitikk landsstýrismaðurin hevur á hesum øki.
Trupult á somu leið
Løgtingsmaður Sjálvstýrisfloksins heldur, at sjálvandi eiga vit at fáa mest møguligt burtur úr tí tilfeingi, sum livir í havinum kring Føroyar ? á burðardyggan hátt.
- Tó vita øll, sum kenna nakað til fiskivinnu, at tað kann vera trupult at royna við ymiskum fiskireiðskapi á sama øki.
Kári vísir á, at ein ávís roynd hevur verið eystanfyri, har skip í nógv ár (Norðheim, blaðm.) hevur dreggjað eftir skeljum.
- Hetta hevur borið til, tí talan hevur bert verið um tað eina skipið, sum eisini hevur sýnt fyrilit, samstundis sum gott samskifti hevur verið millum partarnar, ið hava roynt á hesum leiðum.
Útróðrarmenn misnøgdir
Kári P. Højgaard sigur, at útróðrarmenn eru misnøgdir við, at skip, sum eru ræðisavmarkaði, hava lagt um til at veiða við rúsum á landleiðini.
- Útróðrarmenn siga, at vandin fyri at missa reiðskap er stórur, um línan kemur niður, har stórt tal av rúsum standa.
Løgtingsmaðurin heldur tað ikki vera rætt, at útróðrarmenn skulu troðkast burtur av vanligari fiskileið til frama fyri nýggjar veiðihættir.
Fyrispurningurin hjá Kára P. Højgaard er dagfestur, 30. august, og á tingfundi í gjár skuldi løgtingið atkvøða um, hvørt hann skal svarast ella ikki.
Sosialurin fer at venda aftur til málið um vinnuliga gágguveiði, tá ið Bjørn Kalsø væntandi hevur svarað fyrispurninginum.