Trýst á B71

Níggjunda umfarið í Formula-deildini í fótbólti er á skránni í kvøld.

Tveir av dystunum verða blástir ígongd klokkan 18, og eru hesir á Skála, har Skála tekur móti EB/Streymi, og á Toftum, har B68 tekur ímóti B36.

Hinir tríggir dystirnir byrja klokkan 19, og eru hesir: HB-ÍF, KÍ-NSÍ og B71-Víkingur.

 

B71, sum er aftast í deildini, hevur veruliga trýstið á sær undan dystinum móti Víkingi. Hetta tí sandoyingarnir kunnu verða púrasta afturúrsigldir, um teir ikki fáa trý stig burtur úr dystinum.

 

Støðan í Formula-deildini undan dystunum í kvøld er, at EB/Streymur er á odda við 20 stigum. HB hevur 15 stig, B36 13, NSÍ og B68 hava 11 stig, ÍF hevur 10 stig, Víkingur og KÍ hava 9 stig, Skála hevur 6 stig og aftast er B71 við 4 stigum