Trýst elvir til móttrýst á Landssjúkrahúsinum

Leiðslan á Landssjúkrahúsinum vil ikki geva eftir fyri trýstinum frá sjúkrasystrunum á B 6, tí hon stúrir fyri, at so fara aðrar deildir at gera tað sama

 

Landssjúkrahúsið

Leiðslan á Landssjúkrahúsinum vil ikki bakka fyri trýsti.

Spurningurin um, hvussu nógv starvsfólk skulu vera á B 6 á Landssjúkrahúsinum er eisini ein spurningur um prinsipp.

Av teimum 23 sjúkrasystrunum á B 6 hava nú 18 sagt seg úr starvi og tær fara á nýggjárinum.

Tað einasta, sum kundi fáa tær til at taka uppsagnirnar aftur, var, at fleiri starvsfólk vórðu sett á deildini, tí tær mettu, at arbeiðsbyrðan var ov tung.

Hinvegin sigur leiðslan, at afturímóti líknandi deildum á sjúkrahúsum í Danmark er B 6 miðalgott mannað.

Samstundis sigur hon, at á líknandi deildum á donskum sjúkrahúsum eru í miðal eini 50-60 % av sjúklingunum tungir, røktarkrevjandi sjúklingar og tað er meiri enn tað eru á B 6, ella í hvussu so er, er tað ikki minni.

Men stríðið um B 6 er eisini eitt prinsippmál.

Marin Vang, røktarfakligur leiðari á Landssjúkrahúsinum, sigur, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum vil ikki geva seg fyri trýsti.

Leiðslan óttast, at fáa sjúkrasystrarnar á B 6 eitt úrslit burturúr at leggja trýst á leiðsluna á hendan hátt, fara aðrar deildir at gera tað sama.

Hon sigur, at ein týðandi orsøk til, at leiðslan ikki vil ganga krøvunum hjá sjúkrasystrunum á møti, er, at hon stúrir fyri, at hesin hátturin at leggja trýst á leiðsluna fer at breiða seg til aðrar deildir eisini og so kann leiðslan skjótt missa tamarhaldið á støðuni.

Tí vil leiðslan ikki geva eftir fyri trýsti av hesum slagnum, sigur hon.