EB/Streymur hevur í dag vunnið 4-1 á útivølli ímóti GÍ. Í 1. hálvleiki var javnleikur 1-1.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki skoraði EB/Streymur tvey mál. Tað fyrra skoraði Sorin Anghel við brotssparki, og tað seinna skoraði innskifti Arnbjørn Hansen eftir innlegg úr vinstru.
Eftir at Atli Gregersen hjá GÍ hevði sæð gult fyri aðru ferð, var eingin ivi um, at gestirnir vóru omaná. Hans Pauli Samuelsen staðfesti rimmar sigurin til EB/Streym.
Sigurin ber við sær, at EB/Streymur framvegis liggur borð um borð við HB í kappingini um triðja plássið.