Trýstsár ein vaksandi trupulleiki

Síðst í oktober varð ljós varpað á at fyribyrgja og viðgera liggisár og bláæðrað beinsár á Landssjúkrahúsinum, har serfrøðingar kunnaðu um og vístu fram fyribyrgjandi hjálpartól

Trýstsár eru ein vaksandi altjóða trupulleiki, sum fyri sjúklingarnar førir við sær stóran bága av pínu og stikni, umframt at verða bundin at starvsfólki til viðgerð.

Samfelagsliga krevur tað nógvar ressursir í øktari innleggingartíð, dýrum viðgerðum og nógvari orku hjá starvsfólkunum.

Útrokningar vísa, at eitt djúpt liggisár kostar umleið 200.000 krónur um árið í viðgerð, samstundis sum hesi sár kundu og áttu at verið fyribyrgd.

Í sambandi við temadagin høvdu útlendsku fyritøkurnar Mölnlycke og Huntleigh Healthcare skipað fyri eini »workshop«, ein framsýning, ið sýndi madrassur og sitipútur, ið lætta um og fyribyrgja. Eisini varð upplýst um framkomin viðgerðarevni.

Bláæðrað beinsár, sum er mest vanliga slagið av sárum, kunnu eisini fyribyrgjast. Hesi standast av vánaligum blóðrensli í beinunum.

Seinasta nýggja innan viðgerð av hovnaðum beinum og bláæðraðum beinsárum er ein sonevnd trýstpumpa, sum kann taka burtur vætu úr beinunum, sum er orsøk til sár. Trýstpumpan kann skunda undir sárgrøðingina. Flowtron pumpan, sum hon verður nevnd, varð eisini sýnd fram og roynd av teimum vitjandi.

Eisini vórðu sýnd fram ultraljóðstól, sum vísa, hvussu renslið er í beinunum.

Ymiskar nútímans vørur við serligum atliti at liggisárum vóru sýndar fram. Hesar vørur eru mentar á ein slíkan hátt, at tær tryggja eina skjóta, behagiliga og pínulinnandi grøðing av sárum, sum ikki krevur viðhaldandi skift.

Báðar dagarnar vóru fyrilestrar hildnir um at fyribyrgja og viðgera liggisár. Klinisk yvirsjúkrasystir, Susan Bermark, frá centrinum fyri sárgrøðing á Bispebjerg Hospital, helt fyrilestrarnar.

Fyrireikararnir eru ógvuliga fegnir um góðu undirtøkuna, sum tiltakið fekk, og tí er ikki óhugsandi at líknandi tiltak verður fyriskipað aftur - eisini uttan fyri Havnina.

 

Um onkur ynskir at fáa meira at vita um nýggju viðgeramøguleikarnar knýttir at hesum hjálpartólum, ber til at seta seg í samband við Marjun Vilhelm, sársjúkrasystir í Heimatænastuni í Tórshavn.