Spenningur var í lotinum, sum streyk millum tey mongu fólkini, ið savnaðust uttanfyri Norðoyatunnilin í Leirvík sunnudagin. Stóra tunnilsrenningin var á skránni, og yvir 3.000 fólk vildu royna at ferðast á fótum ígjøgnum tunnilin til Klaksvíkar.
Prátið gekk lívliga, fólk vóru í góðum lag, og júst hendan dagin vildu fólk líka so gjarna ganga ella renna ígjøgnum tunnilin sum at koyra.
Hetta var ein smakkiroynd av tí søguliga degnum, sum bíðar fyri framman, tá ið Norðoyatunnilin letur alment upp.
Next stop Klaksvík, rópti býráðspolitikarin Rani Nolsøe í mikrofonina, áðrenn startskotið ljóðaði, og tey mongu fólkini fóru til stroks oman brekkuna og undir sjógvin við kós ímóti Klaksvík.
Alt gekk upp á stás
Áhugin fyri renningin var sera stórur. Ítróttarfelagið Treysti í Klaksvík skipaði fyri, og tey høvdu úr at gera við at avgreiða tilmeldingar og startpakkar í døgunum undan renningini.
Sløk 3.000 fólk skrásettu seg áðrenn renningina, og harafturat vóru ivaleyst eisini onnur við, ið ikki vóru skrásett. Tí vóru tað helst nærri 3.500 fólkum, sum fóru ígjøgnum Norðoyatunnilin sunnudagin.
Tiltakið gekk upp á stás. Tey mongu fólkini úr Norðoyggjum, sum vóru við í renningini, vóru koyrd um Leirvíksfjørð í bussi, men onkur av teimum valdu at fara við Dúgvuni eina seinastu ferð um Leirvíksfjørð.
Fólkini úr restina av landinum ferðaðust sjálvi til Leirvíkar, og eftir renningina vóru tey koyrd aftur til Leirvíkar við bussum.
Teir fyrstu runnu skjótt
Teinurin úr Leirvík til Klaksvíkar var góðar seks kilometrar, og fyrireikararnir høvdu verið so umhugsnir at hanga skelti við kilometurtali upp undir loftið í tunlinum. Tí vistu fólk altíð, hvussu langt tey vóru komin, og hvussu nógv tey skuldu treiskast afturat.
Skjótasti rennarin kom á mál við tíðini 23,40, meðan tey, sum tóku sær serliga góða tíð, brúktu slakar tveir tímar um teinin.
Allir rennararnir vórðu skrásettir fyri strikukotulesara, tá ið teir komu á mál, og tí kundi Treysti gera úrslitið upp eftir renningina. Øll tey, sum vóru skrásett, fingu at vita, hvussu langa tíð tey høvdu brúkt ígjøgnum tunnilin, og heiðursmerki vóru latin til tey fremstu í teimum ymsu bólkunum.
Kvinnurnar í meiriluta
Kvinnurnar eru sjáldan í meiriluta til rennikappingar í Føroyum, men júst hendan dagin høvdu kvinnurnar munin á monnunum.
1587 kvinnur vóru skrásettar á málinum, meðan menninir vóru 1354 í tali.
Fólk í øllum aldri vóru við í renningini. Summi av smábørnunum lógu í vogni, og 84 ára gamal maður av Argjum var eisini við.
Talan var um eina fólkafest, har fólk í góðum lag og við sveitta á pannuni komu á mál í Klaksvík. Og har bar til at rinda møðina, fáa sær okkurt leskandi og gott afturvið.
Hetta var ein hugaligur og søguligur dagur tjóðstarturin til veruliga kollveltingina, sum hendir seinnapartin leygardagin.
Úrslitini frá renningini kunnu lesast á www.treysti.fo