Ítróttaháskúlanæmingar sluppu at royna seg

Næmingar kendu á egnum kroppi, hvussu tað er at verða drigin upp í flúgvandi tyrlu.

Næmingar á Ítróttaháskúlanum í Suðuroynni sleppa at royna ymiskt spennandi, ið eisini er við til at fáa tey at kenna síni mørk, ella at flyta egin mørk.

 

 

Millum annað eru gonguturar í fjøllunum, klintring og ikki minst havsvimjing og kajakrógving millum mongu spennandi tilboðini á tímatalvuni.

 

 

Eitt, sum hevur verið afturvendandi á skránni er, at tyrlan er til taks, so næmingarnir har fáa onkra spennandi avbjóðing.

 

 

Í morgun sást tyrla flúgva yvir Vágsfirði. Løtu seinni sást hon sveima yvir stóra grótkastinum, ella pierinum, sum gongur út á Vágsfjørð. Har sást, at fólk stóð undir, og síðani sást, at fólk vórðu tikin upp í sveimandi tyrluna, ella drigin upp.

 

 

Hetta vóru næmingar á Ítróttaháskúlanum, ið fingu hesa uppliving, tá tey vóru við í eini royndarbjarging.

 

 

Yvir 30 næmingar eru á heystskeiðinum á Ítróttaháskúlanum hesaferð, og koma teir úr øllum Føroyum, umframt úr øðrum londum.

 

 

Myndir:Jóni Brandsson Christiansen