Ítróttarbygning við Tórsvøll

Serliga fimleikurin fær gleði av nýggja bygninginum við norðara enda á Tórsvølli, sum býráðið nú hevur samtykt at byggja.

Fimleikurin hevur í mong Harrans ár verið við sviðusoð í høvuðsstaðnum. Tvey feløg eru í býnum, og meðan annað teirra – Havnar Fimleikarfelag – hevur nýtiligar umstøður í høllini á Stórheyggi, so hevur hitt felagið - Ljósið - verið mest sum húsvilt.
Men nú skal hetta broytast. Tí nú hevur býráðið samtykt, at byggja ein ítróttarbygning við norðara enda á Tórsvølli, sum í størstan mun verður fimleikinum at bata.
Men bygningurin er ætlaður at rúma so mongum øðrum eisini. Eitt nú skal nýggi bygningurin, sum verður í trimum hæddum, ovast húsa sersambondunum í ÍSF. Síðani sersambondini øktust í tali, hava verið stórir hølistrupulleikar í verandi ÍSF-húsum.
Í hvør sínum enda av bygninginum verða vanligar fimleikahallir til rútmiskan fimleik, og í miðuni ein størri høll, sum er býtt upp í tvey: ein til amboðsfimleik við øllum teimum amboðum, ið har tilhoyra, og ein partur, ið hevur hitt serliga sonevnda Reuther-gólvið. Eisini skulu trampolinir verða í hølunum.
Tað serliga verður eftir ætlan, at veggirnir millum hallirnar skulu kunna takast burtur, so talan verður um eina stóra høll.

Klárt at bjóða út
Eitt annað serligt við byggingini verður, at kommunan ikki letur gera eina verkætlan framman undan, sum síðani verður latin byggifyritøkum at bjóða eftir. Í staðin verður bert skitsa latin sum tilfar, og so verður tað upp til fyritøkurnar sjálvar at projektera bygningin.
Hetta verður tó sjálvandi gjørt í samráð við kommununa, og ætlanin er somuleiðis at bjóða arbeiðið út millum tríggjar føroyskar og tvær útlendskar fyritøkur fyri at tryggja, at kostnaðarstøðið fyri kommununa verður nøktandi.
Ávísar ásetingar eru tó gjørdar í sambandi við útbjóðingina, eitt nú at grundin skal stoypast á staðnum, tí stórur partur av niðastu hædd verður undir jørð. Talan er eisini um aðrar ásetingar í sambandi við byggingina.
- Peningur er avsettur til endamálið, so nú verður beinanvegin farið undir at kanna, hvørjar fyritøkur eru vanar við slíka bygging og annars eru áhugaðar at geva sítt boð upp á verkætlanina, bæði hvat sjálvari byggingin viðvíkur, men eisini tá umræður kostnað, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Nýta Tórsvøll meiri
Borgarstjórin ætlar heldur ikki, at hendan verkætlan skal draga út. So skjótt, sum fyritøkurnar eru útvaldar og projekt fyriliggur frá teimum, verður farið víðari við málinum. So í fyrsta umfari er tað ein spurningur um, hvussu nógva tíð hesar byggifyritøkurnar skulu nýta at gera sítt projekt.
Talan verður sum nevnt um ávísa karmar, sum kommunan hevur lagt, men annars stendur fyritøkunum frítt innanfyri hesar karmar at skapa sína egnu loysn av, hvussu byggingin skal fara fram.
Men býráðið ætlar eisini, at sjálvur Tórsvøllur skal nýtast meiri, enn talan er um í løtuni.
- Sum er verður vøllurin bert nýttur til einstakar landsdystir. Vit hava tí eitt ynski um, at vøllurin verður nýttur meiri, og har hava vit hugsað okkum, at ein pallur verður gjørdur í sambandi við nýggja ítróttarhúsið, sum kann nýtast til konsertir og aðrar framførðslur, sigur Heðin Mortensen.
Og í hesum sambandi nevnir hann, at ætlanin eisini er at leggja kunstgras á Tórsvøll, tí føroyska veðurlagið stutt sagt ikki er til at hava vanligar grasvallir. FIFA og UEFA eru nú eisini farin at góðkenna kunstgrasvallir til altjóða landsdystir.
Hartil hevur borgarstjórin eisini eina ætlan um, at seta upp risastórskíggjar hvørjumegin pallin soleiðis, at tað mest sum er líkamikið hvar á stadion’inum tú ert, tú fært alt við kortini.
So tað verður ógvuliga spennandi at síggja, hvussu hendan ætlanin fer at spæla av.


Myndatxt: Soleiðis sær skitsuprojektið út. Men býráðið ætlar, at byggifyritøkurnar innan fyri ein ávísan karm sjálvar skulu gera detajlprojekt og bjóða upp á arbeiðið.