Arbeiðið við at byggja ta nýggju ítróttarhøllina á Sandi gongur eftir ætlan.
Stoypiarbeiðið er liðugt, og í hesum døgum er menn í ferð við at innloka høllina, ið stendur við Meginskúlan á Sandi.
Sperrurnar verða settar upp nú, og næsta stig er at fáa høllina innlokaða fyri veturin. Tá hetta er gjørt, verður farið undir arbeiðið innanveggja.
Ætlanin er, at høllin skal verða klár at taka í nýtslu næsta summar. Kostnaðurin er mettur til 27 milliónir krónur.
(Mynd: landsverk.fo)