Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar saman við Sosialinum í dag, ber til at lesa alt um ítróttin í vikuskiftinum. Um dagsins dyst í Effo-deildini sum var millum NSÍ og Skála, har skálamenn vóru um reppið at stjala sær ein óvæntaðan sigur úr Runavík.
Eisini ber til at lesa um U-17 landsliðið, sum í hesum døgum luttekur til EM-endaspælið í Kroatia. Leygardagin fingu teir seg royndar, tá eitt tendrað franskt lið vann stórsigur móti Føroyum. Leikarametingar frá tí dystinum eru millum annað at lesa í blaðnum.
Skaddi landsliðsleikarin, Sonni Ragnar Nattestad, svarar fimm spurningum á síðu 3, meðan lesnaður eisini er um FM í hálvmarathon, sum var runnið um vikuskiftið, umframt Ódnartøk kappingina, sum leygardagin var í Runavík.
At enda ber eisini til at lesa um fótbóltsútisetarnar, har Gilli Rólantsson Sørensen enn einaferð gjørdi um seg, tá hann á útivølli skoraði dreymamál móti Rosenborg.