Marin Katrina Frýdal, býráðslimur í Tórshavnar býráð fyri Tjóðveldi
-----
Havi hug at gera viðmerkingar til kjakið um fótbólt í Hoyvík, sum var í bløðunum beint undan páskum.
Tað er gleðiligt at síggja, at bæði andstøðuleiðarin Sjúrður Olsen, og borgarstjórin, Heðin Mortensen, nú eisini tykjast at ásanna tað, sum eg gjørdi býráðslimum greitt, tá ið staðseting av fótbóltsvølli í Hoyvík var til umrøðu fyri júst einum ári síðani, nevniliga, at tað er skilaleyst at gera ein fótbóltsvøll á einum so veðurhørðum staði, sum í Hoyvíkshaganum. Staðið liggur ov høgt, og vindurin er støðugur. Tað einasta rætta er at gera eina fótbóltshøll, og hetta eru eisini so nógv betur útgivnar skattakrónur. Tí gleðist eg sera nógv um, at einki illa umhugsað prosjekt er farið í gongd og at somu býráðslimir, ið talaðu mær ímóti fyri einum ári síðani, nú tykjast at hava hugsað seg gjøllari um. Takk skulu teir hava fyri tað.
Eg hevði lesarabræv í bløðunum 4. mai í fjørð við yvirskriftini, “Ítróttur er annað enn fótbóltur” um sama evni. Har eg umframt hettar citat úr lesarabrævinum: “Tað er púra burtur við at gera ein uttandura leikvøll á eitt so ábært og harðbalið stað, sum í Hoyvíkshaganum.......... einasta og skilabesta avgerðin er at byggja eina fótbóltshøll í Hoyvíkshaganum”, eisini vísti á týdningin av, at aðrar ítróttargreinar eisini verða raðfestar frammarlaga.
Skjøtul er nú settur á at betra um korini innan fleiri ítróttargreinar s.s. hjá teimum sum spæla golf, hjá teimum sum svimja (antin á landi og/ella á sjógvi) og teimum sum súkkla, ganga, ríða ella renna úti í guds fríðu náttúru.
Sjósvimjarar
Í næstum fáa sjósvimjarar betri umstøður í Sandagerði, har ein svimjibrúgv verður gjørd. Í fyrstu atløgu verða eisini gjørd wc, skiftirúm og brúsa. Seinni verður vónandi eisini ein sauna útvegað til sjósvimjararnar.
Golf
Loksins er eydnast at fáa golf í fremstu røð innan ítróttarraðfestingina, og nú hava flest allir býráðslimir ásannað, at ítróttagreinin golf skal verða eitt sjálvsagt tilboð í kommununi. Tað hevur tíverri gingið øgiliga striltið at fáa eigara/jarðarviðurskiftini tillagað soleiðis at farast kann í gongd, men nú tykist ljós at vera fyri framman.
Svimjihylur
At betra um svimjiumstøðurnar, bæði til kappsvimjarar, barnafamiljur, rørslutarnað, motiónistar og pensjónistar, er eisini sett á dagsskránna. Endamálið er at finna ta bestu loysnina, og ein av avbjóðingunum verður upphitingin, ið sjálvsagt skal vera frá varandi orkukeldum.
Súkkling, ríðing, renning, gongufólk og hundar
Fleiri súkklubreytir eru gjørdar síðstu árini, bæði í samband við nýgerð av vegum og í samband við dagføring av eldri vegum, og enn fleiri verða gjørdar í næstum. Eisini er vaksið um netverkið av gonguleiðum og gøtum, har høvi er hjá borgarum at røra seg í bilfríum umhvørvi. Somuleiðis er lagt aftrat av teimum gøtunum, ið reiðfólkinum og fjallasúkklufólkinum dáma at ferðast á. Hesar gøtuskipanir verða alsamt útbygdar og hjúklað verður um fleiri náttúruøkir til gleði fyri allar borgarar, bæði barnafamiljur, rørslutarnað, gomul og ung. Hundaeigarar eru ein alsamt vaksandi skari, og økir í náttúruni eiga at verða løgd av til teirra og skipað soleiðis, at pláss verður fyri bæði teimum sum dáma hundar, og teimum ið dáma teir minni væl.
Kappróður, bogaskjóting, skoyting, fimleikur, hondbóltur v.m.
Bert fyri at nevna nakrar, ið eiga at fáa betri umstøður og at koma við á raðfestigarlistan um ítrótt í kommununi. Jú, vist er ítróttur meira enn bara fótbóltur, hóast at fótbóltur hevur ómetaliga stóra rúmd millum føroyingar.
Men latið okkum standa saman um at gera heildarloysnir, varandi loysnir og framtíðar loysnir, sum eru til gleði og gagns fyri allar borgarar, og latið okkum býta skattakrónurnar, ið tillutaðar verða ítróttinum, javnt millum allar ítróttargreinarnar.