Tey trý ungmannafeløgini hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Sjálvstýrsflokkinum mæla frá, at eftirlønir verða skattaðar við inngjaldi, heldur enn útgjaldi.
Tað gera tey greitt í samband við yvirlýsingini móti skatting av eftirløn, sum 37 fakfeløg, umboðandi meginpartin av føroysku løntakarunum, hava latið pørtunum, ið samráðast um samgongu.
- Vit, sum eru ung í dag, eru millum tey, ið verða harðast rakt av hesum uppskotinum. Framskrivingar vísa, at talið av arbeiðsførum føroyingum fer í helvt næstu 30 árini, meðan tað verða fleiri og fleiri gomul. Hetta merkir, at meðan tað í dag eru fýra arbeiðsfør fyri hvønn pensjónist, verður lutfallið í framtíðini bert tvey til ein. Við nýggja uppskotinum fara pengar at mangla í landskassanum, tí tey eldru ikki rinda skatt av eftirlønini, vísa tey trý feløgini á.
Sligið verður fast, at við uppskotinum er lívsgrundarlagið hjá teimum, sum skulu tryggja framtíðar vælferð í Føroyum, í vanda.
- Tað er lítið motiverandi at vera partur av einum samfelagi, har politikkarar eru so stuttskygdir, at løtuvinningur verður tikin framum ábyrgd fyri komandi ættarliðum.
Kanska tað mest serstaka við hesum skrivinum er, at ungmannafelagið hjá Sjálvstýrisflokkinum er við, hóast flokkur teirra í hesi løtu júst er við í samráðingum um skipan av nýggjari samgongu.
(Savnsmynd)