Útróðurin er batnaður

Í løtuni eru fýra línuskip til fiskiskap á ymiskum leiðum, og tey koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

Í løtuni eru bara fýra línuskip til fiskiskap. Eitt fiskar í íslendskum sjógvi, tvey eru á Íslandsrygginum, og eitt er á Munkagrunninum.

 

- Skipini á Rygginum fáa mest av toski og nakað av svartkalva og blálongu. Skipið á Munkagrunninum fær mest av longu og brosmu og línuskipið, sum fiskar í íslendskum sjógvi, fær mest av toski og hýsu.

 

Tað vita tey at siga á Fiskamarknaði Føroya í dag. Lagt verður aftrat, at línuskipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

 

- Restin av línuskipunum liggja við bryggju, og væntandi er, at tey flestu fara út aftur, tá veðrið batnar.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini at siga, at streymurin er brúkiligur, og útlitin siga, at veðrið verður gott, serliga fyrst í næstu viku.

 

- Fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er batnaður, tó at tað ikki er nakað rok, og vit vænta at fáa nakað av útróðrarfiski í næstu viku, verður lagt aftrat.