Útróðurin minkaður niður í helvt

Fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er næstan minkaður niður í helvt hesi seinastu tvey árini.

Støðan hjá føroyska útróðrarflotanum er ikki góð.

Afturgongdin hevur verið so greflig hesi seinastu árini, at í ár hava útróðrarbátarnir ikki fingið meiri enn gott helvtina av tí, sum teir fingu fyri tveimum árum síðani.

Ein spildurnýggju uppgerð, sum Meginfelag Útróðrarmanna hevur gjørt, vísir, at í ár hava útróðrarbátarnir undir 60 tons ikki fingið meiri enn 12.859 tons.

Hetta er ikki meiri enn gott helvtin av tí, sum teir fingu fyri bara trinum árum síðani, tí í 1997, fingu teir 21.097 tons.

Sostatt er fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum farin at líkjast tí, hann var tey allar ringastu kreppuárini fyrst í nítiárunum.

Formaðurin í meginfelag Útróðrarmanna, Chris Jan Michelsen sigur, at hann stúrir fyri gongdini.

Ikki bara fyri útróðrinum, men fyri fiskiskapinum sum heild.

Tí hann sigur, at tað vísir seg mangan, m.a. fyrst í nítiárunum, at minkar fiskiskapurin yvirhøvur, eru útróðrarbátarnir teir, sum merkja afturgongdina fyrst.

Talvan vísir, at tað er um alt landið, at útróðurin hevur verið fyri stórari afturgongd.

Hjá teimum flestu byrjaði afturgongdin longu í 1996, men bátarnir í Norðoyggjum hildu skansan tvey ár afturat, tí har er útróðurin ikki farin at minka fyrrenn í ár. Men so er hann afturfyri minkaður næstan 2.000 tons í ár, úr 6.108 tonsum í gjør, niður í 4.179 tons í ár.

Chris Jan Michelsen sigur, at tað er øll orsøk til at rópa varskó

Ti tað tykist, sum um at afturgongdin verður fjald av tí góða prísinum, sum er.

Prísurin er so ómetaliga høgur, at ongin leggur merki til afturgongdina í fiskiskapinum. Men tað skal so lítið til, áðrenn prísirnir fella, og so verður beinanvegin ein galin endi, sigur Chris Jan Michelsen

Fara vit longu aftur í tíðina, síggja vit, at týdningurin av útróðrinum er alsamt minkaður, tí í 1985 fiskaðu útóðrarbátarnir undir 60 tons 27.343 tons.