Trappustreyka á Glasi: Góðtaka ikki skilhaldsreglur

Næmingar eru so misnøgdir við nýggju skilhaldsreglunar, sum millum annað banna nýtslu av fartelefon í skúlanum, at tey fara í trappustreyku í dag

Hesum boðar næmingaráðið á Glasi frá:

»Týsdagin 20. august kl 12 verður skipað fyri eini trappustreyku, sum mótmæli ímóti nýggju broytingunum í skilhaldsreglunum og reglunum fyri námsferð.

Broytingin viðvíkjandi námsferðini ávirkar ikki bara 2. g, men eisini teir komandi flokkarnar. Við hesum vilja vit heita á allar næmingarnar um at møta fjølment, soleiðis at vit kunnu standa saman um eina broyting. Eina broyting, har næmingurin verður hoyrdur og kunnaður um ymiskar annars ófráboðaðar broytingar. Tað hava vit uppiborið!

Og til øll í 3. g, tykkara stuðul hevur stóran týdning!.

Vit mugu standa saman og kempa, um vit vilja hava broyting! Hetta kann ikki blíva við.

Næmingaráiðð hevur skrivað eitt skriv til rektaran. Klokkan 11:45 verður ein undirskriftainnsavning á 3. hædd, har tað ber til at skriva undir hetta skrivi9ð, soleiðis at vit standa saman sum næmingar og krevja eina meira virðiliga leiðslu.

Møtið fjølment, saman gera vit mun.«