Útreiðslusteðgur fyri fyrstu ferð í 20 ár

- Við flatskattinum hava vit sett prísin niður fyri at arbeiða. Tað loysir seg at arbeiða, og serliga at arbeiða meir

Tað segði Jørgen Niclasen í formansfrágreiðing síni á landsfundi Fólkafloksins á Tekniska skúla í Klaksvík í dag.
- Haldi, at vt longu hava sæð úrslitið, tí vit føroyingar hava í ár tjent 275 milliónir krónur meira enn somu tíð í fjør, og meira týdningarmikið, arbeiðsloysið minkar í lopum, segði Jørgen Niclasen.
Hann vísti á, at seinasti átta mánaðirnar eru skapt 385 nýggj arbeiðspláss, og hetta er ikki innan almenna sektorin, men í tí privata. Serliga innan høvuðsvinnuna og tænastuvinnuna eru hesi nýggju arbeiðspláss skapt.
Jørgen Niclasen segði, at hann sum fíggjarmálaráðharri fer at arbeiða fyri, at broyta møguleikarnar hjá kommununum at áseta skatt. Hann ætlar at virka fyri, at botnfrádrátturin í kommunuskattinum verður hækkaður, og at hesin kann verða goldin út heldur enn innroknaður í skattin.
Hann nevndi, at oknuntíð er neyðugt at taka minni populerar avgerðir.

Útreiðslusteðgur
- Eingin kann fiska uttan onkuntíð at sigla móti streyminum. Eingin laksur var til, um hann ikki viðhvørt svimur móti streyminum niðan í áirnar at leggja síni rogn. Tað, sum bara flýtur við streyminum, er slíkt sum rekaviður og tómar tunnur, segði Jørgen Niclasen.
Sum fíggjarmálaráðharri kom formaður Fólkafloksins sjálvandi eisini inn á fíggjarpolitikkin. Hann vísti á, at fyri fyrstu ferð í hesari øldini er ein útreiðslusteðgur settur í verk.
- Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2013 er fyri fyrstu ferð síðani djúpu kreppuna í 90-unum gjøgnumførdur ein útreiðslusteðgur. Fyri fyrstu ferð í 20 ár brúka vit sama tal av krónum tvey ár á rað, segði Jørgen Niclasen.
At enda frøddist Jørgen Niclasen um, at friður valdar á arbeiðsmarknaðinum, í summum førum fleiri ár inn í framtíðina.