Tað, sum byrjaði við einari forhánisligari viðmerking um orange hár, endaði í hópslagsmálið, har millum fimm og tíggju føroyskir unglingar hevndu seg inn á tveir javnaldrandi íslendingar.
Nógv ungfólk høvdu verið í býnum hetta fríggjakvøldið, og tíðliga leygarmorgun savnaðist mong saman í Steinatúni, summi fyri at finna sær ein hýruvogn at koyra seg til hús, onnur fyri at keypa sær ein bita at eta, áðrenn leiðin gekk heim undir dýnuna.
Uttan fyri kioskina hjá Náttarravnunum hitti annar ákærdi ein vinmann, sum hann fall í prát við. Ein viðmerking um orange hár hjá einum øðrum vinmanni fekk teir báðar upp at kjakast, og ein íslendingur, sum hevðí verið í býnum saman við bróðuri sínum og einum føroyskum pari, vildi leggja seg ímillum, og sveiggjaði við mati framman fyri teimum báðum, sum irriteraðust av hesum. Ákærdi skumpaði ella slegði íslendingin, sum so slegði aftur. Og eftir hetta er eitt sindur ógreitt, hvat í veruleikanum hendi.
Men tað tykist í hvussu er greitt, at bróður hendan íslendingin levði seg út í ósemjuna, og tað kom at ganga álvarsliga út yvir hann, hóast hann verður umrøddur sum stórur maður, minst tveir metrar langur.
Sorlaður sundur
Hendan ósemjan útviklaði seg til hópslagsmál, sum flutti seg frá Náttarravnunum niðan omanfyri kioskina í Steinatúni. Og sambært vitnunum legðist nú álvarsliga aftrat við føroyskum ungdómi, sum vildi vera við til at hølva hendan íslendingin av.
Eitt vinti metti, at talan var um einar fimma dreingir, sum løgdu eftir hesum eina íslendinginum, meðan eitt annað vitni helt, at talan í minsta lagi var um tíggju og kanska enntá so nógvar sum tjúgu unglingar, sum allir vóru líka góðir um at sláa hendan eina íslendingin.
Parið, sum fylgdist við íslendingunum, helt seg tó eitt sindur í bakgrundini, men drongurin segði seg síggja, hvussu føroyingarnir bukaðu íslendingin, og at hesin stóð uppi meginpartin av tíðini.
Gentan hinvegin helt, at íslendingurin mátti liggja niðri, tí hon sá hann ikki, og tað hevði hon gjørt, um hann stóð uppi.
Bæði vitnini vóru tó samd um, at tá tey komnu til bukaða íslendingin, var hann illa viðfarin og bløddi úr nøsini og munninum, umframt aðrastaðni í andlitinum. Somuleiðis var hann bæði bláur og reyður um alt andlitið, og ein seinni læknakanning vísti eisini, at hann hevði fingið skaða í andlitið.
Ikki nøktandi prógv
Ein onnur váttan frá einum tannlækna staðfesti, at hin íslendingurin hevði brotið eina tonn, og tað var tí greitt, at harðskapur var framdur hendan summarmorgunin. Men vhør hevði sligið avgerandi slagið móti hesum íslendinginum og hvør hevði forvold hinum nógvu skaðarnar í andlitinum, metti dómarin var ikki til at siga.
So hóast ákærin, Finn Ougaard, kravdi teir báðar ákærdu dømdar eftir ákæruritinum, og mælti til eina revsing upp á 30 til 50 dagar fongsul – tó læt hann upp til dómaran at gera av, um revsingin skuldi verða treytað ella treytaleys – so metti dómarin ikki, at prógvini vóru av slíkum slag, at teir ákærdu kundu dømast eftir ákæruritinum.
Verjin hjá tí yngra ákærda – einum 19 ára gomlum – Fríða Patursson, metti ikki, at klientur sín kundi dømast so sum ákærin kravdi, og um rætturin kortini fann ákærda sekan, kundi talan í strangasta føri gerast um treytaða revsing.
Verjin hjá tí 22 ára gamla, sum eisini var bróður til yngra mannin, Petur Even Djurhuus, helt ikki, at klientur hansara á nakran hátt var sekur í ákærunum, og kravdi tí frídøming í málinum.
Dómarin, Henrik Møller, gav partvís verjunum rætt. Hann metti ikki, at grundarlag var fyri at døma teir báðar ákærdu eftir ákæruritinum, tí óvissa um, hvør hevði gjørt hvat, var so stór. So báðir sluppu við einum treytaðum dómi og eitt ára royndartíð. Dómarin valdi somuleiðis ikki at útmála nakra revsing, so teir báðir sluppu so væl, sum teir kundu vónað.
Hvørki ákærin ella teir báðir ákærdu stevndu dómin inn fyri hægri rætt.