KÍF-SÍ 1-3 (25-19, 19-25, 22-25, 14-25)
Sørvágskvinnur hava bert tapt tann eina dystin í ár, og tað var í øðrum umfari, tá tær spældu á Kambsdali móti ÍF. SÍ vann sín fyrsta dyst á árinum, og eftir tapið móti ÍF, hava tær vunnið tríggjar sigrar á rað.
Tykjast fjálturstungnar
Leikgongdin í fyrsta setti minti ikki sørt um útidystin móti ÍF, har SÍ løgdu væl fyri frá byrjan, fyri síðani at gera ov nógvir býttar feilir og tapa settið. Góðar servur, kvikt verjuspæl, blokkurin stendur væl og góð álop, serliga um miðjuna, vinnur settið fyri KÍF.
Rokeringar virka
SÍ framdi rokeringar og styrktu blokkin mitt fyri, og tað vendi hóttandi gongdini. Sørvágskvinnur fingu tak á góðu álopunum hjá KÍF, og SÍ spælið gerst tryggari, meðan KÍF byrja at fáa trupuleikar við móttøkunum. Settið verður vunnið av SÍ og leiðin tykist stungin út í kortið.
Triðja settið gerst tó nokkso tætt, men at enda menna SÍ seg og vinna við trimum stigum.
Í fjórða setti var ongin ivi um nakað. SÍ stýrdi frá byrjan til enda. Samanumtikið hava SÍ, fleiri streingir at spæla uppá og vinna tí ein rættiliga tryggan sigur, men hann er ikki sannførandi. Spælið verður ongantíð leikandi lætt, móti einum, til tíðir, vælleikandi KÍF-liði.
Í Faktaboks:
Dystirnir í Meistaradeildini hjá kvinnum og monnum, hetta vikuskiftið, verða:
Meistaradeild kvinnur:
Dato Klokkan Stað
Dráttur-Mjølnir 25/11 14:00 Giljanes
ÍF-Fleyr 25/11 14:00 Kambsdalur
Meistaradeild menn:
Dato Klokkan Stað
Fleyr-SÍ 25/11 16:00 Gundadalshøllin
ÍF-Fram 25/11 16:00 Kambsdalur
Í Faktaboks:
Stigatalvur hjá ávíkavist kvinnum og monnum:
Meistaradeild kvinnur:
D V-T Sett+/- Munur Stig
1 SÍ 6 5-1 17-6 11 10
2 ÍF 5 5-0 15-5 10 10
3 KÍF 6 3-3 13-11 2 6
4 Dráttur 5 3-2 10-9 1 6
5 TB 6 2-4 8-12 -4 4
6 Mjølnir 4 0-4 4-12 -8 0
7 Fleyr 4 0-4 0-12 -12 0
Meistaradeild menn:
D V-T Sett+/- Munur Stig
1 Mjølnir 5 4-1 13-4 9 8
2 SÍ 5 4-1 14-6 8 8
3 ÍF 3 2-1 6-6 0 4
4 Fram 4 1-3 5-9 -4 2
5 Fleyr 5 0-5 2-15 -13 0