Triðingurin minni av fiski

Útfluttu nøgdirnar av fiski eru minkaðar ein triðing fyrsta hálvár, samanborið við somu tíð í fjør.

Fiskaútflutningurin er sostatt komin niður á 120 túsund tons. So lítið er ikki útflutt av fiski eitt fyrsta hálvár síðan miðskeiðis í nítiárunum, skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari.

Tað er framvegis nøgdin av uppisjóvarfiski sum minkar mest, úr 80 túsund tonsum niður í 34 túsund tons, ella 57 prosent, meðan mongdin av alifiski veksur mest, úr 16 túsund tonsum upp í 22 túsund tons, svarandi til 39 prosent.

Hóast stóra minking í tonsum er virðið av útflutta fiskinum bert minkað 5 prosent, tað svarar til 89 milliónir krónur. Tað kemst serliga av, at útflutningsvirðið av alifiski er vaksið við meir enn eini helvt, úr 423 milliónum til 649 milliónir krónur.

Samlaði útflutningurin var fyrra hálvár góðar 1,8 milliard krónur og er hetta ein minking uppá 16 prosent, samanborið við í fjør.