renning
Kappingin hjá teimum vaksnu var hesaferð Runt Agnið. Hallur Holm vann, eins og hann hevur gjørt hini umførini av samlaðu kappingini. Hann nýtti 36,19 min at renna teir 10,5 km. Hetta var ein góð tíð, men kundi óiva verið betri, um veðrið var til vildar. Tað var fitt av vindi leygardagin, men tíbetur var turt ta løtuna, rennikappingin var.
Guttorm Sørensen gjørdist nummar tvey við tíðini 38,33 min, og Cecil Weihe varð nummar trý við 40,06min.Í samlaðu kappingini eru hesir tríggir eisini ávikavist nummar eitt,tvey og trý í samlaðu støðuni.
Børnin
Børnini kappaðust í trimum aldursbólkum: børn undir skúlaaldur runnu 250 m, og børn 1.-3. flokk og børn 4.-6. flokk runnu 1,6 km. Hjá børnunum í skúlaaldri var hetta samstundis 3. umfar av Daewoo Mini-marathon Cup 2001. Tey skulu tilsamans renna 4,2 km í fýra umførum.
Í kappingini hjá gentum undir skúlaaldur vann Jórunn Hansen frammanfyri Margun Lindholm og Karin Joensen. Hjá dreingjum í hesum aldursbólkinum gjørdist John Viljam Johannesen nummar 1, og Betuel Hansen og Páll R. Weihe gjørdust nummar tvey og trý.
Í bólkinum fyri gentur 1.-3. flokk vann Louisa Østerø frammanfyri Gurið G. Eystberg og Vilbjørg Johannesen. Hetta hevði við sær, at í samlaðu kappingini er Louisa Østerø á odda, meðan Vilbjørg Johannesen er nummar tvey og Guðrið Eystberg er nummar trý.
Hjá dreingjum 1.-3. flokk vann Sigmund Olsen. Aksel Dalsgaard gjørdist nummar tvey og Teitur Hansen nummar trý. Samanlagt eru hesir tríggir eisini nummar eitt, tvey og trý.
Jenny Svabo vann kappingina hjá gentum 4.-6. flokk. Christa R. Weihe gjørdist nummar tvey, og Karina Hansen nummar trý. Í samlaðu kappingini er spenningurin stórur undan seinasta umfari. Karina Hansen eru nummar eitt og tvey, men tað er bert eitt sekund á muni teirra millum.
Hjá dreingjum 4.-6. flokk vann Álvur F. Christiansen kappingina leygardagin. Næstir honum komu Jan Elmar Sørensen og Robin Jønsson. Samanlagt er Álvur F. Christiansen eisini á odda. Jan Elmar Sørensen er nummar tvey, og Hjalti Heðinsson nummar trý.
Tilsamans vóru 43 luttakarar til kappingina á Toftum, og framganga øll úrslitini av talvuni aðra staðni á síðuni
Eitt umfar eftir
Seinasta umfar av Daewoo Marathon Cup verður nú leygardagin á Kambsdali.
Tey vaksnu renna tá tað, ið restar í einum heilum marathon, t.v.s. 5,6 km. Børnini 1.-3. flokk og 4.-6. flokk renna 849 m, og børn undir skúlaaldur renna 400 m.
Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini, eisini tey, ið annars ikki eru við í samlaðu kappingini. Leygardagin verður kappast eftir hesi skrá:
12.00 Tilmelding hjá P/F Esmar Simonsen, Kambsdalur
12.30 Vaksin renna 5,6 km
13.00 Børn undir skúlaaldur renna 400 m
13.10 Børn 1.-3. flokk renna 849 m
13.20 Børn 4.-6. flokk renna 849 m
13.30 Heiðursmerkjahandan
Úrslitini á Toftum vóru hesi:
Úrslitini av 3. umfari í Daewoo-renningini
Menn 10,5 km - Runt Agnið
Pláss Fornavn Eftirnavn Árg. Felag/Staður tíð
1 Hallur Holm 67 Bragdið 36,19
2 Guttorm Sørensen 68 Treysti 38,33
3 Cecil Weihe 65 Bragdið 40,06
4 Sigurð Justinussen 67 Bragdið 40,53
5 Sølvi Reinert Hansen 70 Roysnið 41,01
6 Niels Jákup Jakobsen 63 Bragdið 42,13
7 Jonhard Larsen 66 Treysti 42,40
8 Óli Olsen 49 Bragdið 43,31
9 Flemming Petersen 60 Roysnið 45,23
10 Sámal Hansen 68 Roysnið 47,35
11 Harry Hansen 38 Roysnið 48,03
12 Regin Jóanesarson 45 Vestmanna 52,47
Dreingir 4. - 6. flokk 1600 m.
Pláss Fornavn Eftirnavn Ár Felag/Staður tíð
1 Álvur F. Christiansen 12 Norðdepli 5,59
2 Jan Elmar Sørensen 9 Treysti 6,03
3 Robin Jønsson 11 Nes 6,05
4 Remi Langgaard 9 Nes 6,15
5 Hjalti Heðinsson 11 Klaksvík 6,23
6 Hugin Brend Bech 11 Tórshavn 6,31
7 Arnold Davidsen 10 Toftir 6,40
Gentur 4. - 6. flokk 1600 m.
Pláss Fornavn Eftirnavn Ár Felag/Staður tíð
1 Jenny Svabo 11 Miðvágur 6,27
2 Christa R. Weie 10 Bragdið 6,42
3 Karina Hansen 12 Treysti 6,55
4 Sára Olsen 10 Klaksvík 6,58
Dreingir 1. - 3. flokk 1600 m.
Pláss Fornavn Eftirnavn Ár Felag/Staður tíð
1 Sigmund Olsen 9 Hvannasund 6,27
2 Aksel Dalsgaard 9 Klaksvík 6,57
3 Teitur Hansen 9 Treysti 7,30
4 Ragnar Lindholm 8 Saltnes 7,37
5 John Verner Poulsen 8 Klaksvík 7,57
6 Johann Kartni Johannesen 7 Nes 8,45
Gentur 1. - 3. flokk 1600 m.
Pláss Fornavn Eftirnavn Ár Felag/Staður tíð
1 Louisa Østerø 8 Klaksvík 7,49
2 Gurið G. Eystberg 6 Klaksvík 8,03
3 Vilbjørg Johannesen 9 Treysti 8,30
4 Nina Davidsen 9 Toftir 8,34
Dreingir undir skúlaaldur 250 m.
Pláss Fornavn Eftirnavn Ár Felag/Staður tíð
1 John Viljam Johannesen 6 Treysti 1,18
2 Betuel Hansen 4 Roysnið 1,30
3 Páll R. Weihe 5 Bragdið 1,32
4 Jósvein Hansen 5 Klaksvík 1,54
5 Betuel Reinert Hansen 4 Roysnið 2,07
6 Beinir Johannesen 4 Treysti 2,32
Gentur undir skúlaaldur 250 m.
Pláss Fornavn Eftirnavn Ár Felag/Staður tíð
1 Jórun Hansen 6 Roysnið 1,27
2 Margun Lindholm 5 Saltnes 1,33
3 Karin Joensen 4 Saltnes 1,34
4 Marianna G. Eystberg 3 Klaksvík 2,22