Sendingin "Triði Hálvleikur" byrjar klokkan 16.50 á Rás2.
Klokkan 16.50 tosar Tróndur Arge við umboð fyri Víking og B36. Klokkan 16.57 skaffar Eyðun Thorgeirsson okkum umboð fyri Kí og HB.
Í sendingini fáa vit vitjan av trimum NSÍ-ættarliðum: Jákup Mortensen, Trygvi Mortensen og Jann Martin Mortensen. AB-brøðurnir Jónas Edmund Tórálvsson Stenberg og Heðin Stenberg vitja eisini Triðja Hálvleik.
Seinni í sendingini tosa vit við Jógvan Martin Olsen og Albert Ellefsen um dystin mánakvøldið B68-ÍF. Vit tosa við Pætur Dam Jacobsen (Skála) og við eitt umboð fyri EB Streym.
Vit hoyra eina samrøðu, sum Tróndur hevur gjørt við Magna Mohr, fysiskan venjara, og í endanum hoyra vit ta triðju fótbóltsreportasjuna úr Uruguay, har vit saman við Ivani Eginsson Eysturland vitja hitt stórliðið í Montevideo, PENAROL.
Besta smsið, sum kemur inn á 559999 vinnur eitt atgongumerkið til EM-undankappingardystin Føroyar vs Finnland, sunnudagin 7. september.