Triðjahvør er úr skúlanum við Løgmannabreyt

Triði hvør spælari á A-kvinnulandsliðnum í hondbólti hevur gingið í skúlanum við Løgmannabreyt.

Øll hondbóltsáhugað í Føroyum hava seinastu tíðina fylgt við í fyrireikingunum hjá føroyska kvinnulandsliðnum, sum í morgin fer til EM-endaspælið í Sveis. Friggjadagin spæla tær sín fyrsta dyst í Basel ímóti Sveis.

– Vit, í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík, hava fylgt væl við og eru ikki sørt stolt og errin av, at seks av teimum 18 hondbóltskvinnunum, ið mannað liðið, hava gingið í skúla á Løgmannabreyt.

Tað skrivar skúladstjórin Høgni Joensen.

Tær seks eru: 

Brynhild Pálsdóttir

Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe

Brynja Høj

Maria Pálsdóttir Nólsoy

Lív Bentsdóttir Zachariasen

Marita Mortensen.

– Vit eru altíð fegin og glað, tá ið tað gongur "okkara" næmingum væl. skrivar skúlastjórin.

Koyr á Føroyar!

 

##med2##