Triðu ferð á rað vann Jóhan á Eliasi í bundesliguni

Elias skoraði fimm mál upp á sjey minuttir

Enn hevur Elias Ellefsen á Skipagøtu ikki roynt saman við lið sínum, THW Kiel at fáa stig móti liðnum hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt í týsku bundesliguni.

 

Nord-derby var í Wonderino-høllini í Kiel, og í triðja toppfundinum millum Elias og Jóhan var Jóhan enn einaferð sigursharrin.

 

Flensburg vann 37-33 á Kiel. Í steðginum var støðan javnleikur 17-17. Eitt skiftið var Kiel á odda 9-3, men so fekk Kiel høvdið fyri seg aftur.

 

Jóhan skoraði tvey mál upp á fimm málroyndir. Jóhan skoraði bæði málini innanfyri fyrstu fimm minuttirnar av dystinum.

 

Elias slapp ikki veruliga framat fyrrenn ta seinastu løtuna, men tá tók hann eisini av. Innanfyri sjey minuttir - millum 50. og 57. minutt - skoraði Elias fimm mál, og var næstbesti málskjúttin hjá Kiel. Elias skoraði fimm mál upp á níggju málroyndir.

 

Í farna kappingarárinum vunnu Jóhan og liðfelagarnir 33-26 og 28-27 á Eliasi og liðfeløgunum í bundesliguni. 

 

Flensburg er triðfremst í deildini við 15 stigum. Flensburg er trý stig aftanfyri oddaliðið, Melsungen sum hevur 18 stig. Liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf er næstfremst við 16 stigum. Kiel er nummar átta við 12 stigum.

 

Í annaðkvøld klokkan 18 spæla Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin dyst móti Hamburg á útivølli. 

 

Füchse Berlin er nummar fýra í deildini við 14 stigum.