Partaeigararnir skulu atkvøða um samanleggingina á eykaaðalfundum, áðrenn hon verður veruleiki.
Tað boða bankarnir frá í tíðindaskrivi.
Teir vilja halda fram undir navninum AL Sydbank og fara at hava høvuðssæti í Aabenraa.
- Samanleggingin skapar ein banka við einum felags virðissetningi, sterkari menning og einum felags endamáli um at vera ein av mest væl riknu, effektivastu og lønandi bankum í Danmark, verður sagt í tíðindaskrivinum.
Sydbank er stóribeiggin í samanleggingini. Eftir samanleggingina skulu partaeigararnir í bankanum eiga 57,15 prosent av nýggju partabrøvunum. Aftaná kemur Arbejdernes Landsbank við 39 prosentum, meðan partaeigararnir í Vestjysk banka fáa 3,85 prosent av nýggju partabrøvunum.
Sydbank er klárt størsti banki í samanleggingini .
Tá hugt verður eftir botnlinjunum í fjør, so var tað eisini Sydbank, sum fekk størsta vinning av teimum trimum bankunum.
Sydbank hevði eitt yvirskot uppá 2,762 milliardir krónur eftir skatt í fjør, Arbejdernes Landsbank vann 1,634 milliardir krónur eftir skatt, og Vestjysk Bankin hevði eitt vinning uppá 877 milliónir krónur eftir skatt.
Stjórin í Sydbank, Mark Luscombe, verður eisini stjóri í nýggja AL Sydbank.
Nummar tvey í nýggja AL Sydbankanum verður varastjórin Frank Mortensen úr Arbejdernes Landsbanka.
Atkvøðast skal um uppskotið á eykaaðalfundum hjá teimum trimum bankunum 2., 3. og 4. desember.
Her mæla nevndirnar í teimum trimum bankunum einmælt partaeigarunum til at atkvøða fyri samanleggingini.
Í tíðindaskrivinum skriva bankarnir ein longri tekst um, hvørjar visjónir teirra eru fyri samanleggingini.
Millum annað heldur forkvinnan í Sydbanka, Ellen Trane Nørby, at samanleggingin fer at savna styrkirnar hjá teimum trimum bankunum.
- Við at leggja okkum saman, røkka vit eina langtíðarstøðu á danska bankamarknaðinum og tryggja harvið okkara sjálvstøðu og langtíðar virðisskapan, sum er ein avgerandi partur av strategiini hjá Sydbanka, sigur hon.
Við samanleggingini verður AL Sydbank millum fimm teir størstu bankarnar í Danmark við samlaðum útlánum upp á 137 milliardir danskar krónur, innlánum upp á 207 milliardir danskar krónur og samlaðari kredittveiting uppá 375 milliardir danskar krónur, skriva bankarnir í felags tíðindaskrivi.
Við samanleggingini fær nýggi bankin betri møguleikar at tæna sera stórum fyritøkukundum, gera íløgur í talgilding og samstundis halda avgerðirnar tætt við kundar og lokalsamfeløg.
Bankarnir vænta at fáa kostnaðarsynergiir uppá 1,2 milliardir danskar krónur árliga.










