Tríggir føroyingar við í Vendsyssel sigri

Tríggir føroyskir leikarar byrjaðu inni í dag, tá eykaliðið hjá Vendsyssel spældi móti Jammerbugt FC

René Shaki Joensen var sambært heimasíðuni hjá Vendsyssel, mest eyðsýndi føroyski leikarin í dystinum í dag.

Sum vit skrivaðu fyrr í dag, so spældi fyrrverandi B36 leikarin, Eli Falkvard Nielsen, við eykaliðnum hjá Vendsyssel í dag, sum spældi móti Jammerbugt FC.

Les eisini: Eli Falkvard Nielsen í donskum felagi

Tríggir føroyskir leikarar vóru í dag millum teir fyrstu ellivu hjá eykaliðnum hjá Vendsyssel. René Shaki Joensen byrjaði inni á høgra vongi, Eli Falkvard Nielsen mitt á miðvøllinum, meðan Meinhard Olsen spældi til vinstru á miðvøllinum.

Vendsyssel vann dystin sannførandi 5-0 móti Jammerbugt FC. Av føroyingunum er tað serliga René Shaki Joensen sum fær rósandi orð á heimasíðuni. René Shaki Joensen var ein av høvuðsorsøkunum til at Vendsyssel fekk sett ferðina á spælinum upp, og tað eydnaðist René at koma á máltalvuna, tá hann stutt áðrenn steðgin legði Vendsyssel á odda 4-0.

Sum heild var talan um frálíka gott avrik hjá Vendsyssel, og venjarin hjá eykaliðnum, Henrik Jensen, segði á heimasíðuni eftir dystin at hann var væl nøgdur. Serliga var hann nøgdur við hvussu disciplinera avrikið var og hvussu javnt góður hópurin hjá Vendsyssel er.

Sunnudagin byrjar landskappingin aftur fyri Vendsyssel. Tá spælir Vendsyssel á útivølli móti HB Køge.