Forsætisráðharrarnir í Póllandi, Kekkia og Slovenia komu seinnapartin í dag til krígsherjaða ukrainska høvuðsstaðin, Kiev, har teir í kvøld skuldu hitta forsetan í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj.
Forsætisráðharrarnir eru Mateusz Morawiecki úr Póllandi, Petr Fiala úr Kekkia og Janez Jansa úr Slovenia, og í dag hevur pólski forsætisráðharrin skriva soleiðis á Tvitter:
"Tað er her í krígsherjaða Kiev, at søgan verður skrivað. Tað er her, at frælsi berjist ímóti tyrraniska heiminum. Tað er her, at framtíðin hjá okkum øllum hongur í einum klønum tráði..."
Mateusz Morawiecki leggur aftrat, at ES stuðlar Ukraina, og Ukraina skal ikki ivast í hjálp frá sínum vinum, sum hann tekur til.
Teir tríggir forsætisráðharrarnir upplýstu fyri fráferðina til Ukraina, at teir umboða ES á ferðini í Kiev.
- Endamálið við ferðini er at staðfesta stuðulin í øllum ES til sjálvræðið hjá Ukraina og at leggja fram ein stóran pakka við hjálp til ukrainska ríkið og ukrainska samfelagið, sum pólska stjórnin málbar seg fyri vitjanina.
Forsætisráðharrin í Slovenia, Janez Jansa, segði fyri fráferðina, at Ukraina er eitt evropeiskt land, sum einaferð hevur uppiborið at gerast limur í ES-samveldinum.
- Takk fyri, at tit ikki bara verja tykkara heimland og evropeiskt landaøki, men eisini verja kjarnuna í virðunum í Evropa. Tykkara stríð er okkara stríð, og saman skulu vit vinna fram, skrivaði slovenski forsætisráðharrin á Tvitter og vendi sær til ukrainska fólkið.
Sambært CNN takkar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, teimum trimum forsætisráðharrunum fyri vitjanina í Kiev og bjóðar teimum vælkomnum til krígsherjaða býin.
- Vitjanin hjá tykkum her í Kiev í hesi truplu tíð fyri Ukraina er tekin um stuðul. Hetta seta vit stóran prís upp á, segði ukrainski forsetin í filmsbroti, sum er lagt út á Telegram.
##med2##