Tríggir móttøkuflokkar komandi skúlaár

Hóast talið á næmingum við øðrum uppruna enn føroyskum og norðurlendskum veksur nógv og skjótt, verða tað komandi ár bara tríggir móttøkuflokkar í fólkaskúlanum.

Skúlablaðið skrivar:

 

 

 

 

 

Talan er um móttøkuflokkin í Runavíkar kommunuskúla, sum hevur verið í hálvt annað skúlaár, móttøkuflokkin í Eysturskúlanum fyri flóttar, sum hevur verið síðan ukrainskir flóttar komu til Føroya, og so ein nýggjur, sum verður eitt samstarv millum Fuglafjarðar skúla og skúlan í Eysturkommunu. Í Undirvísingarstýrinum hevur eisini verið ein onnur umsókn, men hon lýkur ikki treytirnar at hava nóg mikið av næmingum; minsta kravið er sjey næmingar.

 

- Tað eru kommunurnar, sum skulu søkja um at fáa móttøkuflokk til undirvísingina í føroyskum sum annaðmál, sigur Jónleif Johannesen, fulltrúi í Undirvísingarstýrinum.

 

Seinastu tvey skúlaárini hevur Tórshavnar kvøldskúli havt móttøkuflokk við næmingum úr fleiri fólkaskúlum í kommununi. Hesin heldur ikki fram, og sum skilst er eingin ítøkilig ætlan um at stovna nýggjan móttøkuflokk í kommununi í næstum.

 

Hetta skúlaárið eru tað 224 næmingar við útlendskum uppruna í fólkaskúlanum. Talið av næmingum, ið hava annan ríkisborgaraskap enn føroyskan, er vaksið munandi seinnu árini. Serliga er talið av næmingum, ið hava sín uppruna uttan fyri Norðurlond og uttan fyri Evropa, vaksið.

 

Tað eru 113 næmingar, ið hava sín uppruna uttan fyri Evropa. Fyri 15 árum síðan vóru hesi 21 í tali og fyri 10 árum síðan 45. Flestu næmingarnir koma úr Asia (74), síðan Afrika (28) og Amerika (10).

 

Talið av næmingum, ið koma úr Evropa uttan fyri Norðurlond, er vaksið støðugt í hesi øldini. Í 1999 vóru hesi 9, í 2009 27 næmingar, og nú eru tað 87 næmingar, ið koma úr Evropa uttan fyri Norðurlond.

 

Talið av næmingum, ið koma úr londum uttan fyri Evropa, er fimmfaldað síðan 2009. Um aldarskiftið vóru tað bara einstakir næmingar, ið høvdu sín uppruna uttan fyri Evropa. Í 2009 vóru hesi 21, í 2014 45, og í mai 2024 vóru 113 børn í skúlaaldri, ið høvdu sín uppruna uttan fyri Evropa.

 

Børnini, ið eru flutt til landið, hava tørv á undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Í sendingini Breddanum í Kringvarpinum í vár kom fram, at umleið helmingurin av teimum næmingunum, sum eru flutt higar, als ikki skilja føroyskt.

 

https://www.skulabladid.fo/224-n%C3%A6mingar-vi%C3%B0-%C3%BAtlendskum-uppruna